Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vunnu 2-1 – burdu vunnið 15-1

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Ber tað til at brenna so nógvar mál møguleikar, sum KÍ gjørdi í dag?

Sjáldan fyrr hevur eitt KÍ lið brent so nógvar møguleikar, men langt inni í yvirtíðini skoraði Heðin á Lakjuni sítt mál nummar 100 í Effodeildini, sum helst var millum tey minniligu hjá honum. Og so fekk vælleikandi men sera óeffektiva KÍ liðið øll 3 stigini móti FC Suðuroy í einum dysti, sum ótrúligt nokk var spennandi heilt til seinasta bríksl.

Líkindini vóru frálík í dag og Klaksvíkar Sløkkilið hevði eisini spulað turra vøllin undan dystinum, so karmarnir vóru optimalir. Dagsins KÍ lið skuldi vinna sín 5. heimasigur á rað og hetta hevði liðið ikki megnað í 17 ár. Góða veðrið og góðu avrikini á heimavølli hava nokk gjørt sítt til, at tað vóru óvanliga nógvir áskoðarar til ein dyst, har mótstøðuliðið var FC Suðuroy.

Og áskoðarar fingu nógv fyri pengarnar, tí spenningurin helt sær til seinasta bríksl, og KÍ áskoðararnir blivu hildnir á pínubonkinum allan dystin. Móti TB seinast sóu vit eitt KÍ lið, sum spældi væl og sum skapti eina rúgvu av mál møguleikum. Og hetta helt fram í dag, bara við enn fleiri mál møguleikum.

Vassaðu í mál møguleikum

Í fyrra hálvleiki sat KÍ tungt á dystinum. Longu eftir fáum minuttum kundi gott staðið 2-0 ella 3-0. Og hetta helt fram allan hálvleikin. Undirritaði taldi minst 9 stórar ella heilt stórar møguleikar til heimaliðið í fyrra hálvleiki, men Kenan Hajdarevic(fýra), Páll A. Klettskarð (tveir), Jóannes Bjartalíð(tveir) og Heðin Klakstein fingu ikki sett bóltin í málið og sum oftast raktu royndirnar heldur ikki á málið hóast leikararnir stóðu heilt væl fyri. Afturat hesum komu aðrar royndir sum t.d. langskot. FC Suðuroy hevði okkurt langskot, men tað bleiv ongantíð til nakran stóran møguleika hjá útiliðnum í fyrra hálvleiki.

KÍ fekk uppiborna sigurin

Í fyrra hálvleiki megnaði KÍ rættuliga væl at skapa nógvar stórar mál møguleikar og spælið var eisini gott størsta partin av tíðini, har serliga kantarnir(Heðin Klakstein og Jóannes Bjartalíð) og bakkarnir(Ísak Simonsen og Henry Heinesen) vóru eyðsýndir. Gongdin helt fram í seinna hálvleiki, tá undirritaði taldi 8 stórar ella risa stórar mál møguleikar til KÍ umframt aðrar minni mál møguleikar. Kenan, Páll og Atli høvdu allir møguleika at skora, har royndin hjá Atla endaði á stongini. Men í 67. minutti eydnaðist hjá heimaliðnum at fáa hol á. Stórspælandi Heðin Klakstein breyt ígjøgnum í vinstru og legði gott innlegg innfyri til Kenan Hajdarevic, sum smekkaði bóltin í málið til 1-0. Og løtu seinni var Heðin Klakstein aftur uppá spæl, men hesaferð var stongin fyri. FC Suðuroy hevði nærum ongar stórar mál møguleikar uttan okkurt langskot, men í 73. minutti javnaði útiliðið, tá Høgni Madsen sendi fríspark innfyri til Valerian Iobashvili, sum skallaði bóltin í málið. Eftir hetta royndi KÍ at seta seg aftur á dystin, men tað gingu næstan 10 minuttir til liðið aftur fekk ein stóran mál møguleika, tá Páll kom at standa rættuliga leysur, men á strikuni bjargaði FC Suðuroy leikari. Fleiri áskoðarar hildu, at bólturin var innanfyri, men linjuverjin segði nei. Og løtu seinni kom Heðin Klakstein at standa púra leysur eftir, at innskifti Jóannes K. Danielsen, sum tykist hava góð evnir at koma í góðar støður tær stuttu løturnar hann spælir, hevði roynt seg. Men hesaferð bjargaði Høgni Madsen á strikuni. Tað sá út til, at FC Suðuroy onkursvegna fór at fáa 1 stig, men langt inni í yvirtíðini sendi Henry Heinesen gott innlegg innfyri, har Heðin á Lakjuni skoraði sítt mál nummar 100 í bestu deildini og samstundis tryggjaði KÍ øll stigini.

Heðin og Heðin stjólu yvirskriftirnar

KÍ vann sostatt 2-1 í einum sjáldsomum dysti skilt á tann hátt, at tað var ótrúligt sum teir bláu brendu nógvar møguleikar. Tað kundi teljast minst 17 stórir ella risa stórir mál møguleikar til heimaliðið umframt nógvar aðrar málroyndir. KÍ spældi væl størsta partin av tíðini og hevði lætt við at koma til góðar støður og nógvar mál møguleikar. Men úrtøkan frammanfyri málinum sannførdi ikki heimaáskoðararnar og sum oftast slapp FC Suðuroy málverjin, Rani Johannesen, frá at gera nakra bjarging, tí royndirnar ofta endaðu uttanfyri málrammuna. Yvirskriftirnar á heimaliðnum tóku Heðin á Lakjuni og Heðin Klakstein. Tann fyrri fyri sítt avgerandi og søguliga mál og tann seinni fyri at spæla framúr væl annan dystin á rað, har hann eisini bleiv valdur til dagsins leikara av Bláu Bylgjuni. KÍ fekk í dag ikki eins nógv pláss at spæla á sum móti TB, tí FC Suðuroy hevði eitt munandi meira verjukent útgangsstøðið. Sjónligast í KÍ álopsspælinum vóru kantarnir og bakkarnir, har tað vísir seg at passa liðnum væl, at Henry Heinesen og Ísak Simonsen (og seinni Heðin á Lakjuni) spæla, tá liðið skal mynda dystir, tí styrkin hjá hesum liggur ikki minst í álopsspælinum. KÍ vann 2-1, men eftir mál møguleikunum at døma og um KÍ hevði havt eins góða úrtøku sum FC Suðuroy, so vóru møguleikar til minst 15 mál. Samstundis var talan um 5. heimasigurin á rað hjá KÍ og hetta er ikki hent síðani 1998 og áðrenn tað í 1991.