Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vunnu 20 heiðursmerkir

Danial Viðoy

Kettlebell DM-Cup: Føroyingarnir gjørdu bart, tá ið umræður heiðursmerki, í dag. Endaliga úrslitið varð, at føroyingarnir struku av stað við fimtan gull, trimum silvur og tveimum bronsuheiðursmerkjum.

Kettlebell DM-Cup: Føroyingarnir gjørdu bart, tá ið umræður heiðursmerki, í dag. Endaliga úrslitið varð, at føroyingarnir struku av stað við fimtan gull, trimum silvur og tveimum bronsuheiðursmerkjum.

Tað vóru sera nógvir tyngdarflokkar umboðaðir til Danmarks-meistara-kappingina í dag, umframt at nógvir aldursbólkar vóru umboðaðir. – Hetta gav møguleika fyri, at fáa fleiri heiðursmerkir við heim aftur á klettarnar. Og so varð tað eisini, tí mest sum allir føroyingarnir fingu heiðursmerki.

Føroyingarnir fegnaðust sjálvsagt um tey nógvu heiðursmerkini. Men hetta var ikki bert ein kapping, sum heiðursmerkja vinning, eru fleiri luttakarar samdir um.

Tað er gott at hava kappingar at síggja fram til og ikki bert at venja og kappast við tey somu allatíðina, greiða fleiri luttakarar frá.

Undirritaði er ikki so kønur í einstøku greinunum, sum kappast verður í. Men niðanfyri eru tey føroysku avrikini í tølum. – Nágreiniligari tíðindi og fleiri myndir verða at síggja seinni, og/ella í blaðnum í komandi viku.

Føroysk avrik

Biatlon Jerk (tvær kúlur at lyfta í tveimum í 10 minuttir)

Sonni Eliasen – 24 kilo / 81 ferðir

Eyðun Mortensen – 24 kilo / 55 ferðir

Long Cycle (ein kúla at lyfta tvær ferðir)

Ella Jógvansdóttir – 16 kilo / 111 ferðir

Katarina Viðoy Simonsen – 16 kilo / 62 ferðir

Marjun Sólstein – 16 kilo / 97 ferðir

Single long cyle (ein kúla at lyfti tveimum í 10 minuttir):

Unnur Fonn – 16 kilo / 74 ferðir

Helena Kallsberg – 16 kilo / 93 ferðir (persónligt met)

Barbara Viðoy Simonsen – 16 kilo / 58 ferðir

Jessica Hallursdóttir – 16 kilo / 114 ferðir (persónligt met)

Mia V. Staksá – 20 kilo / 85 ferðir

Judit Eliasen – 20 kilo / 104 ferðir (persónligt met)

Snatch only (at lyfta í einum upp í loft) 10 min:

Sonni Eliasen – 24 kilo / 163 ferðir

Eyðun Mortensen – 24 kilo / 140 ferðir

Kristian Linklett Mortansson – 16 kilo / 120 ferðir (mátti steðga vegna skaða)

Kristvør Mohr – 16 kilo / 94 ferðir (misti)

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein – 24 kilo / 130 (misti/slepti)

Magnus Pauli Glerfoss – 24 kilo / 78 ferðir (misti/slepti)

Strong Women – 28 kilo í 5 minuttir:

Mia Viðoy Staksá – 41 ferðir

Judit Eliasen – 36 ferðir

Strong Men – 36 kilo í 5 minuttir:

Eyðun Mortensen – 37 ferðir

Magnus Pauli Glerfoss – 35 ferðir

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein – 29 ferðir

Kristian Linklett Mortansson – 26 ferðir