Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vunnu 28 heiðursmerkir í FM fyri ung

Ítróttur

Fyrr í mánaðinum varð FM í frælsum ítrótti fyri ung hildið á Tórsbreyt í Havn. Treysti hevði níggju íðkarar við í kappingini, og komu tey aftur við heili 28 heiðursmerkjum, harav 16 gull, 9 silvur og 3 bronsu. 

Av tí at seks til átta kappingargreinar í ymiskum aldursbólkum skulu avgreiðast, verður kappast í tveir dagar. Veðurumstøðurnar vóru ikki av teimum bestu og blivu allar kappingar útsettar 2 tímar leygardagin, vegna storm fyrrapartin. Sunnudagurin royndist heldur frægari við veðrinum.

Tey ungu sum umboðaðu Treysti vóru: Julian Gregersen, Elin K. Ryan, Hans Sivertsen, Oddvør Josephsen, Óluva A. Joensen, Maria Biskopstø, Birita Ryan, Maria Josephsen og Vibeka Sivertsen.

Kappingarnar á breyt eru lidnar fyri í ár og hava tey fingið nøkur avbera góð úrslit bæði heima og úti í heimi. Ungu íðkararnir hava nú frí frá frælsum ítrótti í nakrar vikur áðrenn venjingarnar til komandi ár byrja aftur. 

Myndirnar hevur Bjørg Svabo tikið og finnast fleiri myndir á www.hvirlan.fo