Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vunnu 39 heiðursmerkir í FM fyri ung

Frælsur Ítróttur

Um vikuskiftið varð FM fyri ung hildið á Tórsbreyt. Treysti hevði nakrar ungar íðkarar við og teir allir kláraðu seg væl.

Tey ungu úr Treysti komu norður aftur við 39 einstaklingaheiðursmerkjum. 10 gull-, 15 silvur- og 14 bronsuheiðursmerki varð úrtøkan og harumframt vunnu fleiri av teimum heiðursmerkir í boðrenningum (staffet). 

FM fyri ung er fyri íðkarar, sum fylla millum 8 ár og 19 ár í hesum kappingarárinum. Kappast verður í renning, lopi og kasti í bólkunum 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár, 14-15 ár, 16-17 ár og 18-19 ár.

Bólkurin 8-9 ár kappast í fimm greinum. 10-11 ár kappast í seks greinum. 12-13 ár kappast í átta greinum og teir eldru í nýggju greinum. Fleiri av íðkarunum hjá Treysti hava vant á Svangaskarði í ár. Vónandi kunnu tey venja í Klaksvík áðrenn FM fyr ung verður hildið komandi ár.

Tey sum luttóku úr Treysti vóru: 
08-09 ár Rúnar A. Sigurðsson, Josian Hvannastein, Andrias Samuelsen, Jákup Fossá og Benjamin J. Havn
08-09 ár Debora Hvannastein, Rannvá Ryan, Jennhild Lydersen og Durita Davidsen
10-11 ár Kára A. Sigurðsson, Natalia Lydersen og Tabita Hvannastein
12-13 ár Lisa T. Venned
14-15 ár Vibeka Sivertsen og Bjørt A. Sigurðsson
16-17 ár Maria Biskopstø og Sólvá A. Sigurðsson

Øll úrslitini eru at finna her: FMU 2019

Myndirnar niðanfyri hevur Bjørg Svabo tikið og fleiri myndir eru at finna í myndasavninum hjá Hvirluni á www.hvirlan.fo

Harleyfacadeacryl