Amager VK, sum hevur fýra føroyskar í hópinum, vunnu ein tryggan heimasigur í vikuskiftinum. Tær hava í ár spælt fýra dystir, vunnið tveir og tapt tveir.
Amager VK, sum hevur fýra føroyskar í hópinum, vunnu ein tryggan heimasigur í vikuskiftinum. Tær hava í ár spælt fýra dystir, vunnið tveir og tapt tveir.
Danmark, Keypmannahavn: DHV Odense er botnlið í bestu landskappingini hjá kvinnum í ár. Tær hava enn ein ikki vunnið eitt sett. Málsetningurin hjá Amager VK var so statt greiður, tær skuldu vinna 3-0.
Tær vunnu eisini ein tryggan 3-0 sigur. Settúrslitini vóru 25-7, 25-13 og 25-13. – Tað eru tær úr Amager VK væl nøgdar við, hevur Norðlýsið frætt frá Jastrið Jacobsen, sum er ein av føroysku leikarunum á liðnum.
Hinir dystirnir í ár
14. januar leikti AVK í móti toppliðnum í deildini, Brøndby. Næstseinasti dystur ímóti Brøndby var í hálvfinaluni í desembermánað, sum AVK tíanverri tapti sera tepurt 3-2. Hendan dystin í januar mátti AVK tíanverri taka til takkar við einum tapi. Dysturin endaði 3-0 til Brøndby við settúrslitunum 18-25, 17-25 og 23-25. – Brøndby er suverent topplið í ár við tíggju sigrum út av tíggju møguligum.
Amager VK leikti eisini landskappingardyst 9. januar. Tá vunnu tær ein góðan 3-0 útisigur á Fortuna Odense Volley.
Umframt hesar tríggjar umrøddu dystirnar í landskappingini, er AVK partur av eini kapping við trimum toppliðum úr Svøríki og trimum úr Danmark, har tær eru tað eina liðið. 19. januar tapti AVK 3-1 á útivølli ímóti toppliðnum í svensku landskappingini.
Amager VK liggur eftir 10 dystum nú á fjórða plássi í donsku landskappingini við 18 stigum, á triðja plássið liggur Lyngby Volley við 21 stigum, á øðrum plássi liggur Holte IF við 27 stigum og á fyrsta plássi Brøndby við fullum stigatali, 30 stigum.




