Onki er at taka seg aftur í, at dysturin á Djúpumýru í dag, var besti dystur nakrantíð sæddur á Djúpumýru. Leikferðin var stór. Sum eldri myndamaður var torført at fylgja gongdini ígjøgnum linsurnar í kvøld.
Men uppivingin var mín størsta á Djúpumýru nakrantíð. Vit vunnu 3-1 á Bodø/Glimt, liðið ið hevur verið meistari í Noregi tvey tey seinastu árini.
Tað kókaði á djúpumýru, áskoðararnir vístu liðinum sterkan stuðul. Knapt 1000 áskoðarar vóru til dystin, næstan bara KÍ fjepparar. Útiliðið hevði tó nakrar fáar áskoðarar við úr Noregi.
Tillukku KÍ.
PS: Eg fekk meg ikki til at sletta fleiri myndir, so tit mugu taka tað, sum tað er:























































































































