Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Wacken Metal Battle Føroyar 2013

Wacken Metal Battle Føroyar 2013

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið, 15. og 16. Mars, fer onnur útgávan av Wacken Metal Battle Føroyar á rull í Sjónleikarahúsinum.

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið, 15. og 16. Mars, fer onnur útgávan av Wacken Metal Battle Føroyar á rull í Sjónleikarahúsinum.

Í ár er tað áhugabólkurin Upp Við Hornunum, ið er høvuðssamskipari av tiltakinum. Fyri at skapa bestu karmar til Metal Battle hugtakið, verður eisini samstarva við Norðurlandahúsið, Tutl, Ljøð-Tøkni og Tórshavnar Kommunu, ið øll stuðla tiltakinum. “Vit hava fingið nógvar tilmeldingar frá bólkum, og kunnu við vissu siga at tiltakið er blivið størri. Tað vera tvey kvøld við nokk av orku og nokk av riffum” sigur Teitur E. Fossaberg, ein av fyriskiparunum.

Kappingin verður yvir tvey kvøld, har 9 bólkar fara at hava framførslur. Sum nakað nýtt í ár, verður eitt høvuðsnavn. Fyriskiparnir kunnu avdúka, at hesaferð verður tað Heljareyga við Hera Joensen á odda, sum flestu fólk kenna úr Týr. Konsertir hjá Heljareyga eru heldur sjáldsamar, men til Wacken Metal Battle Føroyar 2013 fer manningin í bólkinum at framføra aftur, aftaná at føroyski vinnarin er funnin leygarkvøldið. Aftur í ár verður tað ein fjølbroytt dómaranevnd, ið kemur at velja besta bólkin, ið verður mettur til at vera mest áhugaverdur og eisini hevur førleika at klára seg væl í Týsklandi.

Hugtakið Metal Battle, hevur sín uppruna í heimskenda Wacken festivalinum í Týsklandi, og fevnir yvir 30 lond. Mannagongdin er tann, at bólkar luttaka í einari rundu í heimlandinum. Vinnarin fær so møguleikan at enda á palli á sjálvum Wacken festivalinum, ið verður hildin 1. – 3. August 2013. Á festivalinum verður eitt finalu umfar, har vinnandi bólkurin fær eina premiu, ið verður avdúka tá finalan nærkast.

Seinastu árini hevur føroyskur tungmálmstónleikur veruliga vundið uppá seg, og hevur fingið góða umtalu uttanlanda, ikki minnst aftaná at Hamferð vunnu í 2012. Fyriskiparnir ivast onga løtu í, at føroyskur tónleikur av hesum slagi kann koma langt, bara bólkarnir fáa møguleikan at prógva seg, sum t.d. á Wacken Metal Battle Føroyum.

Avdúkan av luttakandi bólkum, sølu av atgongumerkjum, hvørjir dómarir vera og onnur viðurskiftir rundanum tiltakið verða kunngjørd í næstum.

Eisini verður víst til hesar leinkjur:

http://www.facebook.com/WackenMetalBattleFo

http://www.facebook.com/UppVidHornunum

http://www.wacken.com/

http://www.metal-battle.com/