Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

WBA fekk Pulis

Jákup Ósá

WBA hevur sett navn á nýggjan venjara, sum skal venda gongdini hjá felagnum.

WBA liggur í løtuni á 16. plássi í Premier League. Men tað er bara 1 stig niður til næstaftasta liðið. Av 19 dystum hevur WBA bara vunnið 4 dystir.
Nýggi venjarin er Tony Pulis. Talan er um serligan venjara, tí hann hevur áður fingið góð úrslit við bæði Stoke og Crystal Palace. Í Stoke var hann við til at fáa liðið upp í bestu deildina og at halda liðnum trygt í deildini. Í fjør tók hann yvir í Crystal Palace, tá felagið hevði beina kós móti niðuyrflyting. Men hann fekk vent gongdini og seinastu umførini var Crystal Palace ikki í niðurflytingarvanda. Nú verður tað so WBA sum fær ágóðan av venjaranum, sum er nógv avhildin hjá mongum.
Pulis tekur yvir eftir dystin hjá WBA nýggjársdag móti West Ham.