Ein óvanligur bannari, sum einki hevði við dagsins dyst at gera, var at síggja millum nøkur føroysk viðhaldsfólk á Skansanum.
#Wenger out# stóð á bannaranum, sum víst á myndini. Helst verður sipað til Arsenal venjaran Arsene Wenger. Tí nøkur Arsenal viðhaldsfólk hava havt bannarar við hesum orðum fyrr í hesum kappingarárinum sipandi til, at hesi vilja hava venjaran frá. Men hvat ein slíkur bannari gjørdi á Skansanum, har føroysk viðhaldsfólk hildu til, er trupult at skilja. Kanska hevði tað okkurt samband við, at størsta stjørnan á liðnum hjá Sveis, Granit Xhaka, til dagligt spælir við Arsenal.
Sum skilst hevði bannarin einki við felagsskapin Skansan at gera, men var tikin fram av einstaklingum eftir egið átak. Tað eru neyvan mong, sum halda, at slíkur bannari um útlendskan venjara hjá einum Premier League liði hóskar seg væl millum føroysk viðhaldsfólk til landsdyst í Føroyum.
Tað skal annars leggjast afturat, at Skansin var óførur at stuðla føroyingunum og setti veruligan dám á dystin sum so ofta fyrr.




