Norðlýsið frættir at ferðin hevur gingið væl og at ætlanin nú er at sigla beinleiðis til Liverpool.
Fríggjakvøldið 11. juli 2008 kl. gott 18 loysti Sluppin frá ískeiuni fyri at luttaka í Tall Ships Races frá Liverpool til Måløy.
Umborð vóru 12 mans, ið skulu sigla sluppina niður til Liverpool.
Túrurin higartil hevur gingið væl, og í dag (sunnudagin 13. juli) kl. 11 kom Sluppin til Stornoway í Hebridunum.
Ætlanin er at sigla víðari kl. 20.00, beinleiðis móti Liverpool.
Fríggjadagin 18. juli, tá luttøkan í The Tall Ships Races byrjar, koma tey 10 ungu umborð. Tey flúgva við Atlantic Airways kl. 07 hendan dagin til London, haðani tey koyra við bussi til Liverpool. Talan er um 7 gentur og 3 dreingir millum 16 og 20 ár.
Í Liverpool fara nakrir av manningini av og koma aftur til Føroya við flogfari.
Myndir frá fráferðini eru á www.westwardho.fo
Heilsan
Sluppvinir




