Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Westward Ho og Johanna komnar til Kirkwall

Oliver Joensen

Mikudagin fóru sluppirnar báðar úr Føroyum við kós ímóti Orknoyggjarnar. Ferðin hevur gingið væl, men ímorgun misti Johanna motorin.

Vit frætta frá Johannu og Westward Ho, at túrinin hjá teimum hevur gingið væl hóast eitt sindur av sjaskveðri hevur verið. 16 mans eru við Westward Ho og 21 við Johannu. Heimildarmaður okkara sigur, at tíðliga ímorgun, tá teir vóru komnir inn ímillum oyggjarnar misti Johanna motorin. Beint tá vit tosaðu við teir um 10.30 tíðina ímorgun var Coast Guard í fer við at leggja Johannu til bryggju. Sjálvur metti heimildarmaður okkara ikki at maskinskaðin var so álvarsamur. Okkurt var komið í reimarnar, soleiðis at tær slitnaðu, og vit rokna tí við at hesin trupuleikin er lættur at loysa.
Vit ætla at liggja her til sunnudagin og rokna við at vera í Føroyum aftur mánadagin, siga vælnøgdu manningarnar og lata heilsa heima.

Harleyfacadeacryl