Heimasíðan hjá Atlantis hevur ikki verið serliga spennandi, men nú er hon blivin munandi meira áhugaverd.
Seinastu dagarnar er innihaldi á heimasíðuni hjá Atlantis dagført munandi, eisini eru nakrar smærri ábøtur gjørdar á sjálvt designi á síðuni. Møguliga verða design og nakrir tíðarhóskandi hentleikar eisini dagførdir í næstum, um so verður, so verður hetta gjørt av fólki, sum livir av at gera heimasíðu design. (hetta er í dag, so at siga, heimagjørt, tó við góðari hjálp sjálvandi)
Internet sambandið í Føroyum hevur ikki verið nakað at reypa av, men hóast tað ikki er nøktandi at verða eftirbátur á hesum økinum, so er hetta batna somikið, at vit hildu tað verða hóskandi at leggja okkurt tyngri tilfar út á síðuna, onkur sum ikki hevur gott internet samband, fer óivað at hava trupulleikar við at koyra onkra filmreklamu, men tað fáa vit ikki gjørt nakað við.
Í dag hava ‘stórt sæð’ allir filmar, sum verða framleiddir í USA, sína egnu “promotion” heimasíðu. Hesar síðurnar kunnu ikki samanberast við nakra føroyska heimasíðu, tí tær eru oftast rættuliga flott gjørdar, og tískil eisini sera kostnaðarmiklar. Tískil hildu vit at tað hevði verið skilagott at tengt hesar til filmarnar, sum verða sýndir í Atlantis. Og vónandi verður tað lættari fyri kundan at avgera hvørjum hann ætlar at hyggja eftir. Umframt filmarnar, so er tað blivið alsamt meiri vanligt at t.d. tónleikarar og bólkar hava sín egna myspace profil, tá onkur teirra skal framføra í Atlantis, er hetta jú eisini upplagt at leggja á síðuna. Vónandi verður tað meira kunnandi og áhugavert fyri brúkaran at vitja www.atlantis.fo nú.




