Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

www.atlantis.fo

Høgni Klakkstein

Nú kunnu øll skjótt og ómakaleyst bíleggja sær atgongumerki til filmar og tiltøk í Atlantis – beinleiðis á heimasíðuni hjá Atlantis.

Um tú vitjar www.atlantis.fo, ella tú velur at spara tey trý w’ini og bara skriva atlantis.fo, so endar tú á heimasíðuni hjá Atlantis.

Eg skal byrja við at gera vart við, at fyribils er allur teksturin í bíleggingarskipanini á enskum. Hetta kemst av, at tað eru starvsfólk hjá Knassar m.a. Rumenar og Bulgarar sum saman við undirritaða hava gjørt hesa skipanina. Og sjálvsagt er alt samskifti okkara millum á enskum. Men so skjótt sum vit hava fingið staðfest, at alt riggar sum tað skal, so verður allur sjónligur tekstur á føroyskum.

Stutt um hvussu heimasíðan og nýggja bíleggingarskipanin virkar:

Kalendarin
Um tú vilt hava yvirlit yvir komandi dagarnar, so kanst tú velja at klikkja á eitt aktivt dato á kalendaranum, sum finst ovarlaga til høgru á forsíðuni. Har finnur tú eitt yvirlit yvir teir filmar og tiltøk, sum í verandi løtu eru skrásett á síðuni. Umframt heiti, sæst eisini hvønn dag og hvat klokkan filmssýningarnar ella tiltøk verða.
Við at klikkja á eitt tiltak, kemur tú inn á sjálvt tiltakið. Hetta er sama síða, sum kemur fram, tá tú klikkir á eina mynd á forsíðuni.

Tiltøk
Øll almenn tiltøk, sum eru í Atlantis, eru at finna í ovara stóra rútinum mitt á forsíðuni. Um einki tiltak er á skránni, so sæst bara ein mynd av Atlantis í hesum rútinum.
Um eitt ella fleiri tiltøk eru á skránni, so síggjast myndir í hesum rútinum. Niðanfyri hvørja mynd sæst heiti og dato. Tann dagin eitt tiltak verður, gerst bláa ramman rundan um myndina ljósablá.
Um stóri rúturin blívur meir enn fullur við tiltøkum, so kemur ein pílur fram á hvørjari síðu á stóra rútinum. Hesir pílar merkja, at tú kanst førka teg til høgru og so til vinstru aftur. Hetta gerst við flyta músina til pílarnar og síðan klikkja á við vinstra knøtti. Sostatt síggjast øll tiltøk í hesum rútinum.

Vilt tú hava meira at vita um eitt tiltak, so er bara at klikkja á myndina. Harvið kemur tú inn á síðuna, sum hoyrir til hetta tiltakið. Her sæst dagur, klokkutíð, kostnaður, luttakarar, longd og møguliga kanst tú klikkja á eina leinkju útfrá “Lýsing”, sum undir tiltøkum oftast dregur heimasíðu, ella myspace profil hjá luttakara inn í heimasíðuna hjá Atlantis, men hetta er sjálvsagt bert galdandi, um luttakarin hevur heimasíðu, ella myspace profil. Møguliga er eitt tíðindaskriv eisini niðanfyri kunningartekstin.

Um tiltakið hevur fingið endaligt dato og klokkutíð, so sæst ein bláur bókingarknøttur niðanfyri kunningartekstin. Um tú velur at klikkja á hendan knøttin so kemur salurin upp niðanfyri tiltakið. Her kanst tú bíleggja tær atgongumerki til tiltakið. Bílegging til tiltøk virkar á sama hátt sum bílegging til film, sum blívur útgreinað undir Bóking niðanfyri.

Filmar
Allir almennir filmar, sum verða sýndir í Atlantis, eru at finna í niðara stóra rútinum mitt á forsíðuni. Teir filmar, sum koma skjótt og hava fingið endaligt dato, hava dagfestingina (frá – til) tilskilaða undir myndini. Meðan komandi filmar einans hava “komandi” tilskilað undir myndini.
Allir filmar, bæði verandi og komandi, hava knøttin sum kallast “Vís Lýsing”, sum er ein beinleiðis leinkja, ið dregur heimasíðuna hjá viðkomandi filmi inn í heimasíðuna hjá Atlantis. Við at klikkja á “Heim” ovast í vinstra horni, kemur tú aftur á forsíðuna hjá Atlantis.
Um tú vitjar heimasíðuna hjá Atlantis ein av døgunum tá onkur filmur gongur, so gerst bláa ramman rundan um myndina ljósablá.
Um stóri rúturin blívur meir enn fullur við filmum, so kemur ein pílur fram á hvørjari síðu á stóra rútinum. Hesir pílar merkja, at tú kanst førka teg til høgru og so til vinstru aftur við flyta markørin til pílarnar og síðan klikkja á vinstra knøttin á músini. Sostatt síggjast allir filmar, sum eru lagdir út á heimasíðuna, í hesum rútinum.
Vilt tú hava meira at vita um ein film, so er bara at klikkja á myndina. Harvið kemur tú inn á síðuna, sum hoyrir til hendan filmin. Her síggjast dagar, klokkutíð, kostnaður, luttakarar og longd. Um tú klikkjur á leinkjuna útfrá “Lýsing”, so hevur hetta júst somu funktión, sum áðurnevndi Vís lýsing knøtturin á forsíðuni, har tú dregur heimasíðuna hjá hesum filminum inn í heimasíðuna hjá Atlantis.

Um filmurin hevur fingið eitt endaligt dato og klokkutíð, so sæst ein bláur bókingar knøttur niðanfyri kunningartekstin. Um tú velur at klikkja á hendan knøttin so kemur salurin upp niðanfyri filmin. Her kanst tú bíleggja tær atgongumerkini. Sí útgreining av bílegging undir Bóking niðanfyri.

Bóking
Tá tú hevur trýst á bókingarknøttin, so sæst allur salurin undir tilhoyrandi filmi ella tiltaki.
Tað fyrsta ein skal gera, er at tryggja sær, at ein hevur valt rættan film/tiltak. Hetta gerst við at scrolla, ella rulla upp, soleiðis at ein sær tann valda filmin/tiltakið.
Síðani skal ein tryggja sær, at man velur rætta dagin. Hetta er oftast einans neyðugt fyri filmar, tí oftast eru tiltøk bert yvir ein dag – meðan filmar altíð eru yvir fleiri dagar. Dagarnir eru at finna í vatnrættari linju beint omanfyri salin, og valdi dagurin er innrammaður við grønari bakgrund.
Tað ber til at rulla farnu dagarnar fram, men dagar, sum eru farnir afturum, eru kámir og ikki aktivir longur, sostatt ber ikki til at bíleggja til eina filmssýning í gjár.

Síðani verður stólur/stólar valdir. Hetta verður gjørt við at flyta músina á ynskta stólin og síðan klikkja á vinstra músaknøttin. Um ein ynskir at bíleggja fleiri stólar, so er bara at klikkja á fleiri stólar.
Um man hevur klikt á ov nógvar, ella onkran skeivan stól, so er bara at klikkja á óynskta stólin umaftur, so gerst hesin fríur aftur.
Um ein vil bíleggja eina heila røð, t.d. rað E. So kann man velja at klikkja eitt klikk á hvønn einstakan stól, ella man velur at brúka tann skjótu loysnina; Bara klikkja á bókstavin E, sum er at finna omanfyri og niðanfyri rað E. Harvið verður øll røðin vald. Við at klikkja á E umaftur, gerst øll røðin frí aftur.
Um ein vil bíleggja t.d. 9 stólar á rað F, so kann man velja at klikkja á hvønn einstakan stól, ella man velur skjótu loysnina; Klikk á F, harvið er øll røðin vald – og síðani klikkja á teir báðar sum eru óynsktir, harvið gerast teir báðir fríir aftur.
Áðurnevnda bókingardømi kann eisini gerast soleiðis; trýst fyrst á teir báðar sum eru óynsktir og síðan á F.

Tá ein hevur tryggjað sær, at ein hevur valt rætt, so er bara eftir at útfylla teigarnar við navni, tlf. nr. og t-post adressuni – og síðani skriva tal kotuna, sum sendur til vinstru frá tí niðasta útfyllingarrútinum inn í rútin til høgru, hendan kotan er her fyri at byrgja uppfyri óynsktum automatiskum spam. Og so er bara eftir at klikkja á Submit knøttin.
Tá ein hevur trýst á Submit knøttin, verður ein teldupostur sendur til viðkomandi. Hesin teldupostur minnir á heiti á filmi/tiltaki, dato, klokkan og stólarnar, sum eru bílagdir.

NB! Tá ein hevur innritað bíleggingina, so kann ein ikki broyta hana aftur, hetta kann einans gerast í Atlantis og á Shell-støðini í Gøtudali, tá hon er íbundin – væntandi verður hetta um eina viku. Tískil er sera umráðandi, at fólk eru siðilig og royna at bíleggja realistiskt, og ikki bara tryggjað sær ein hóp av stólum fyri síðani ikki at møta upp, ella at møta við nógv færri tali av fólki enn ætlað, tí hetta kann gera tað trupult og keðiligt hjá fólki, sum eru siðilig, men koma inn at bíleggja aftaná óálítandi brúkarar.

NB! Tað er einans møguligt at bíleggja upptil ½ tíma áðrenn viðkomandi filmssýning/tiltak byrjar.

NB! Um bíløgd atgongumerki ikki eru avheintað, t.v.s. printað út og goldin, í Atlantis, (ella á Shell-støðini í Gøtudali, tá hon er íbundin) í seinasta lagi 10 minuttir, áðrenn viðkomandi filmssýning/tiltak byrjar, so eru hesi at roknað sum frí, og einhvør kann koma inn í Atlantis, ella á Shell-støðina í Gøtudali og keypa tey.
Sostatt er tað egin vági, um man hevur bílagt og velur at møta til prenting av atgongumerki seinni enn 10 minuttur áðrenn viðkomandi filmssýning/tiltak byrjar.

NB! Vit heita á fólk, sum av misgáum hava bílagt ov nógvar stólar, ella ikki kunnu møta, at vinarliga ringja til Atlantis á 456900, sum svarar ½ tíma undan hvørjari filmssýning/tiltaki og gera vart við broytingina, soleiðis vit kunnu broyta bíleggingina, og onnur fáa møguleikan til at keypa hesi atgongumerkini.

NB! Um fólk fer eftir fer bíleggja væl meir enn neyðugt, ella bert gera ónáðir – so verða tey strikað sum brúkarar av skipanini. Harvið kunnu tey ikki bíleggja meir framyvir.

Bíleggingarskipanin er spildurnýggj og hóast vit hava roynt at funnið allar byrjunarfeilir, kann óivað hugsast, at vit ikki hava varnast alt.
Vónandi vilja fólk bera yvir við okkum, um okkurt er, sum ikki virkar sum tað skal hesa fyrstu vikuna. Og vit heita á fólk, sum evt. renna seg í ein trupulleika, um at kunnað okkum um ein evt. trupulleika, umvegis KONTAKT á heimasíðuni hjá Atlantis, soleiðis at vit fáa møguleika at rættað feilin.

Eg skal enda við at ynskja øllum góða eydnu við nýggju skipanini. 

Sí heimasíðuna hjá Atlantis: Klikk her

Vinarliga
Høgni Klakkstein,
Leiðari í Atlantis