Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

y2014 er byrja…

y2014.fo

Fyrsta samkoman er farin á pallin á tí árliga y2014 tiltakinum, sum verður hildi í badmintonhøllini í Klaksvík. Tiltakið byrjaði kl. 14:00 og heldur fram til kl. 02:00 í nátt, byrja bleiv við 2 fyrilestrum, og síðani skulu 8 samkomur hava sínar løtur, heilt fram til kl. 01:30, tá enda verður við lovsongi.

Alt á tiltakinum er ókeypis, kaffi, tea, køkur,bollar, breyð v.m. Um onkur liggur inni við bollum, køku ella tílíkt, ber eisini til at stuðla við tí, tað er bara at koma oman í badmintonhøllina í Klaksvík við tí. Tunnilsdagur er, so tað verður vanta nógv fólk.

Tiltaki verður boða víða, Lindin sendur frá tiltakinum, og so ber til at fara inná www.y2014.fo, www.stream.fo ella www.live.fo, tí har ber til at síggja og hoyra tiltakið.