Um Norðoyastevnutíðina hevði Yastrid Gulbrandson forvitnisliga listaframsýning í Leikalund.
Yastrid er dóttir Rosu og Søren Petersen (sála). Hon traðkaði sínar barnaskógvar á Viðareiði. Tá systir hennara giftist í Amerika í 60-unum, fór Yastrid yvir hagar at ferðast. Tað bleiv ein long feria, tí hon giftist har yviri og fekk tvey børn og býr hon framvegis í USA, men er títt heima og ferðast.
Yastrid hevur altíð fingist við at mála, men seinastu sjey árini hevur hon gjørt meira burturúr og hevur javnan framsýningar í økinum har hon býr.
Pápi hennara, Søren Petersen, sáli fekkst eisini við at mála og tað serstakliga tey seinastu árini hann livdi.
Yastrid er fødd í 1941.