Hóast Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen atkvøddu fyri Sandoyartunnlinum so er trupult at meta um hvar miðflokkurin stendur í tunnilsmálunum
Hóast tað bara eru fimm mánaðar síðan at allir tríggir Miðflokka mennirnir atkvøddu fyri at farast skal undir Sandoyartunnilin 1. november 2009, so er trupult at meta um hvar flokkurin stendur í dag.
Í Sosialinum í dag sigur Jenis av Rana at flokkurin góðtekur ikki at íløgurnar – sum m.a. Miðflokkurin hevur samtykt í tinginum – forða fyri neyðugum útbyggingum í heilsuverk, skúlaverk og almannaverk.
Hóast formaðurin leggur dent á at undirsjóartunnlarnir ikki skulu drena landskassan, so sigur hann samstundis at við at lata privatar gera Skálafjarðatunnilin og tað almenna Sandoyartunnilin er møguleiki fyri at fáa báðar ísenn.
– Hjá okkum í miðflokkinum er ongin trupuleiki – tað eru Tjóðveldið og Javnaðarflokkjurin sum hava trupulleikarnar, staðfestir Jenis av Rana í Sosialinum – bert fimm mánaðar eftir at ein samdur Miðflokkur atkvøddi fyri Sandoyarverkætlanini.
Í Málinum um Skálafjarðartunnilin meldaði Bill Justinusen klárt út at hann skal verða ein privat verkætlan – men, tá løgmaður harmaðist útsøgnina – segði Bill at hetta skuldi bara skiljast sum eitt uppskot???




