Venjingarmiðstøðin hjá Yndi/Fitness liggur nú væl fyri miðskeiðis í Klaksvík á ítróttarøkinum, og undirtøkan tykist longu at økjast.
Venjingarmiðstøðin hjá Yndi/Fitness liggur nú væl fyri miðskeiðis í Klaksvík á ítróttarøkinum, og undirtøkan tykist longu at økjast, bæði av ítróttafólki og almenninginum.
Ta seinastu tíðina hevur venjingarmiðstøðin í Klaksvík ligið í teimum annars ógvuliga góðu og hugnaligu hølunum í bygninginum hjá Senta oman fyri Kósavirkið.
Tað er tó eingin loyna, at tann plaseringin ikki er tann besta fyri eina slíka miðstøð, og eingin ivi er um, at hendan nýggja plaseringin – í hølunum, har KÍ-kaféin hevur verið í seinastuni – er munandi betur nýtilig.
Hóast drúgva royndartíð fekk KÍ-kaféin ongantíð ta vónaðu og neyðugu undirtøkuna, men hóast hesa broytingina, so er ætlanin ikki at sleppa kafé-funktiónini, tí sum skilst, ætlar KÍ at gera kafé-umstøður uppi á ovastu hædd, har hølini hjá KÍ eru, og haraftrat at selja við vøllin, tá ið teir stóru fótbóltsdystirnir eru.
Harumframt arbeiðir Yndi/Fitness við eisini at hava eina kafé inni í venjingarhølunum.
Inngongdin í venjingarmiðstøðina er eystarumegin, frá parkeringsøkinum.
Hølini eru rúmlig, og útsýnið yvir vøllin og annars norðureftir ger tað ikki verri.
Givið er, at plaseringin í KÍ-høllini eisini er praktisk, tí høllin frammanundan hevur allar umstøður til íðkarar.
Tí fer Yndi/Fitness at gerða eina avtalu við KÍ høllina um at fáa atgongd til skiftingarrúmini og brúsurúmini í KÍ-høllini.
Yndi/Fitness er ein fyritøka, sum hevur drúgvar royndir á økinum, og sum arbeiðir miðvíst við at menna sínar venjingarmiðstøðir.
Á venjingarmiðstøðini í KÍ-høllini eru fólk sett í starv, sum hava kunnleika til slíkar venjingar og tey venjingartól og -amboð, sum har eru.
Norðlýsið var inni á gólvinum eitt kvøldið í vikuni og heilsaði upp á tey fyrikomandi starvsfólkini, sum greiddu frá møguleikunum á venjingarmiðstøðini, og at ein og hvør, sum hevur hug at venja – ella bara ynskir at spyrja seg fyri – er hjartaliga vælkomin á gátt.




