Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ynskis- og marrubólkurin hjá Ivan Eginsson Eysturland

Jákup Ósá

Í morgin verður lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League. Ein kapping, ið verður hildin á fyrsta sinni og sum er áhugaverd á tann hátt, at her møta Føroyar ikki teimum sterkastu mótstøðuliðunum, men heldur liðum, sum eru á líknandi støði sum Føroyar.

Norðlýsið hevur spurt ídna fjepparin hjá føroyska landsliðnum Ivan Eginsson Eysturland um, hvussu hansara ynskisbólkur sær út, og hvørji lið hann helst vil sleppa undan at møta.

 

Ivan sigur soleiðis:

Pottur 1: Aserbaidjan, Georgia, Hvítarussland, Makedonia

Aserbaidjan er millum tey mongu londini, sum skulu hýsa EM 2020 endaspælinum, so teir fara ivaleyst at leggja nógv fyri at koma til EM og eru í mínari verð favorittar til at gera tað. Hevði ikki verið heppið hjá Føroyum at endað í bólki saman við aserum. Georgia hava Føroyar ikki so góðar royndir av frá EM 2008 undankapingini, tá ið føroyingar taptu allar 12 dystirnar og byrjaðu við at vera avsmurdir á Svangaskarði av júst Georgia. Hvítarussland og Makedonia eru helst á nøkulunda sama støði í løtuni, men eg hevði heldur valt eitt teirra sum mótstøðu, av tveimum grundum – Føroyar hava leikt ímóti hvørgum teirra áður, tað er altíð meira spennandi enn at møta teimum somu londunum umaftur og harafturat liggja Hvítarussland og Makedonia landafrøðisliga munandi nærri enn tey bæði hinumegin Kaukasus-fjøllini, Georgia og Aserbaidjan, so tað er lættari at ferðast til Skopje og Minsk, heldur enn Baku ella Tbilisi. Skuldi ein endaliga valt ímillum Hvutarussland og Makedonia, so haldi eg at tað er møguleiki fyri at hvítarussar kunnu undirmeta Føroyar, meðan tað er ofta trupult hjá føroyingum ímóti londum hjá fyrrverandi Jugoslavia.

 

Pottur 2: Føroyar

Pottur 3: Kasakstan, Liktinstein, Malta, Moldova

Kasakstan hevði verið nógv tað ringasta lutakastið her. Sera langur flogtúrur og ein mótstøða, sum eftir mínari meting er sterkari enn hini trý londini. Sum kunnugt, fingu føroyingar bara eitt stig ímóti teimum í HM 2014 undankappingini, sjálvt um tað var ikki uttan dómarahjálp. Antin Liktinstein ella Malta høvdu verið fínt at fingið, serliga tað fyrra, sum stríðist við ættarliðskifti í løtuni og megnar ikki at halda støði, sum Liktinstein hevði fyri bert fáum árum síðani, tá ið teir javnan fingu góð úrslit. Malta taptu føroyingar ímóti í einum vinadysti í 2013, men teir eru eisini at tosa við, nú teirra størsta stjørna, Michael Mifsud, er komin langt upp í fótbóltsárini. Moldova hava føroyingar ongantíð møtt áður og kenna kanska ikki so nógv til – teir munnu vera á nøkulunda sama støði sum Føroyar, giti eg. Eitt betri lutakast enn Kasakstan, men verri enn Malta ella serliga Liktinstein.

 

 

Pottur 4: Andorra, Gibraltar, Kosovo, San Marino

Sjálvt um Kosovo bert fekk eitt stig fyri 10 dystir í sínari fyrstu HM-undankapping, hevði eg ikki viljað komið í bólk saman við teimum. Teir hava eitt landslið, fullmannað við yrkisleikarum og ivaleyst eru teir munandi sterkari enn hini trý. Sum kunnugt, taptu føroyingar eisini ein vinadyst ímóti teimum í 2016, sjálvt um Kosovo varð undirmannað ein stóran part av tíðini. Andorra kenna vit alt til, Føroyar eru uttan iva betri enn teir, men meira áhugavert hevði verið at møtt øðrum av hinum báðum og gjarna San Marino, tí tað er nú sera langt síðani EM-1996 undankappingina, tá ið føroyingar vunnu 6-1 samanlagt og sjógvurin millum liðini er ikki vorðin minni, heldur tvørturímóti. Gibraltar kenna vit frá fleiri vinadystum ímóti teimum, tað hevði eisini verið eitt gott lutakast fyri Føroyar.

Mín yndisbólkur: Hvítarussland, Føroyar, Liktinstein, San Marino

Mín marrubólk: Aserbaidjan, Føroyar, Kasakstan, Kosovo