Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ynskja vit okkara børn og ung í ella úr boksum ?

Sigbritt við Neyst

Fekk hetta skjalið at fylla út og kundi ikki lata verða við at steðga á, tí hetta er so grundleggjandi í stríð við míni menniskjaáskoðan. Tí haldi eg eisini, at hetta kundi verið áhugavert at tikið upp sum eitt samfelagskjak. Ikki júst hetta skjalið, men eg hugsi tó, at hetta er ein ímynd av tí áskoðan, sum nógv fólk hava av, hvussu eitt menniskja er sett saman sálarliga.

Fekk hetta skjalið at fylla út og kundi ikki lata verða við at steðga á, tí hetta er so grundleggjandi í stríð við míni menniskjaáskoðan. Tí haldi eg eisini, at hetta kundi verið áhugavert at tikið upp sum eitt samfelagskjak. Ikki júst hetta skjalið, men eg hugsi tó, at hetta er ein ímynd av tí áskoðan, sum nógv fólk hava av, hvussu eitt menniskja er sett saman sálarliga.

Tað undrar meg, at man sum fakfólk innan trivnað og menning fyri børn og ung ger eitt spurnablað til foreldur, har eitt av punktunum er: ”Hvat hóskar til títt barn” og síðani gevur foreldrunum sjey svarmøguleikar. Um menniskja psykan er sunn, so er hon ikki statisk. Tí verður tað óviðkomandi at seta menniskju í bás. Sunna sjálvi tillagar seg kreativt í mun til tann samanhang og støðu, tað er í. Tá tú tekur fram sjey eginleikar, so skúgvar tú samstundis fleiri hundrað aðrar eginleikar til viks.

Menniskjan og menniskja tilveran er so fantastiska nógv meir samansett, enn at tað kann bólkast í sjey kassar. Tað kundi tí verið áhugavert at hoyrt grundgevingina fyri, at júst hesi sjey blivu vald út – og enn meira áhugavert at hoyrt teirra tankar um ávirkanina, sum tey halda, at tað hevur, at hetta varð teir útvaldu sjey. Um eg skal velja at koyra mítt barn í kassan ”glað”, so gevur tað eina ógvuliga avmarkaða mynd av barninum. Hetta gevur heldur ikki meining, uttan eg eisini sleppi at skriva í ein kassa, at hon kann eisini verða ill ella kedd.

Um vit fyrihalda okkum analytisk til eitt menniskja, so taka vit okkum definitionsmaktina og missa kontaktina, so at persónurin ikki kennir seg sæddan og hoyrdan, sum hann er. Men vit gera tað…aftur og aftur….seta menniskju í bás uttan tilvitan um avleiðingarnar. Tá tú, uttan tilvitan, tillagar teg, tileinkisgert tú partar av sjálvinum.

At tileinkigera partar av sjálvinum ger, at fjalda orkan liggur og órógvar í organismuni, soleiðis at organisman fær mein ella órógv ella at orkan kemur út á ein destruktivan hátt. Mín fakligi kunnleiki og royndir í arbeiðnum hava víst mær, at fólk eru vorðin sjúk av at geva avkall uppá sjálvi fyri at passa inn í kassar og skipanir, sum vit sum foreldur, stovnar og samfelag hava bygt upp.

Tá hetta ikki eydnast, so fáa tey alskins etikettir uppá tað, sum feilar teimum, tá tey nú ikki passa inn fyri síðani at fáa heiligvág, so at hetta eydnast. Harafturat hava nógvar kanningar prógvað, at tað, sum eg fortelju tær um mína uppliving av mínum barnið ávirkar tín máta at møta barninum uppá. (m.a. Rosenthal ) So kann ein siga – at fyri at geva mínum barni góða byrjan, átti eg at sett kross í kassarnar, sum geva eina jaliga mynd av barninum.

Trupuleikin er, at eginleikar ikki kunnu vigast sum ja- ella neiligur. Um mítt barn fær eina órættvísa viðferð ella onkur traðkar yvir mørkini hjá barninum, so vóni eg innarliga, at mítt barn ikki er eftirgevandi. Eins væl og eg eisini vóni, at mítt barn í støðum kann vísa seg sum sárbart og aftur aðruferð sum robust. Eisini er tað hugvekjandi, at samfelagið – samstundis sum tað setir børn í bólkar – í heilum sóknast eftir fólki, sum eru kreativ, fleksibul, innovativ og ”out of the box” –hugsandi.

Eg geri vart við hetta, tí eg hvønn dag siti yvir av vaksnum menniskjum, sum hava sálarliga pínu og hava goldið stóran kostnað av at hava ella hava roynt at passa inn í kassar. Og eg kann ikki, hvørki persónligt ella fakligt, lata hetta fara framvið uttan at hava gjørt vart við hetta.