Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirflatuvatn og áarsandur floymir omanyvir íbúgvarnar í Ánunum

Oliver Joensen

 Hóast søgan um íbúðirnar í Ánunum er long, og nógvar milliónir eru brúktar har, fyri at rætta upp brek á byggingini, so eru framvegis trupulleikar.

í dag ringdi ein av íbúgvunum til okkara, og segði frá, at tey vóru ikki álvulig við alt vatnið, áarsandin og smágrótið sum floymdi oman eftir beninum tætt omanfyri húsini.

Vit vóru har við myndatólinum, og sum sæst á myndunum, so sá ikki hugaligt út í Ánunum. Hegnverjan, ið er sett føst í “bergið” omanfyri ovastu íbúðirnar, stóð at bresta av leysum gróti og áarsandi, ið hegnverjan stríddist við at halda aftur.

Ein stór á rann í áarførinum fyri stóran part við síðuna av svelginum, ið gjørt var omanfyri íbúðirnar, við tí úrslitið, at tað fleyt oman ímóti húsunum. 

Nógvastaðni rann sera nógv yvirflatuvatn inn ímóti íbúðunum har, so tað sá ikki serliga tespuligt út.

Vit settu okkum í samband við Karl Jákup Ósa, stjóra á teknisku deild hjá Klaksvíkar kommunu. Hann segði at onkur av íbúgvunum hevði ringt til teirra, og at boðini vóru farin víðari til býargartnarin, so gongd er í málinum og at tað verður tikið hond um trupulleikan nú. Annars segði Karl Jákup Ósá, at hatta er ein privat bygging og at kommuna og hevur eina sak gangandi júst um íbúðirnar har. Men hinvegin. Ídag er tað yvirflatuvatn úr almenna lendinum omanfyri, sum ger ónáðir, tað er ein trupulleiki hjá kommununi eisini.