Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirlivdi jødatýningina – vitjar nú í Føroyum

Oliver Joensen

Lívið hjá Kitty Menko Jørgensen í Hollandi undir krígnum minnir á mangan hátt um lívið hjá Onnu Frank.

Meðan Anna Frank doyði og dagbókin yvirlivdi, so var tað júst øvut hjá tí nú 81ára gomlu Kitty, sum nú býr í Danmark. Komandi 10 dagarnar vitjar Kitty í Føroyum.

Tey flestu av krígsárunum goymdi lítla Kitty seg saman við mammuni, pápanum og beiggjanum hjá sær fyri týskinum Sjálv sigur hon, at hennara søga partvís minnir um søguna hjá Onnu Frank. Men tó var ein stórur munur, nevniliga at Anna Frank doyði í týningarleguni, meðan hennara dagbók yvirlivdi. Kitty Jørgensen yvirlivdi kríggið, men dagbókin varð burtur.

Undir jørð
Sum onnur jødisk børn í 1930’unum stuttleikaði hon sær við øðrum børnum í spæli. Men seinnapartin av tríatiárunum gjørdist tað truplari hjá jødunum, og tá ið kríggið byrjaði, fluttu fleiri jødiskar familjur. Nógvir jødar vórðu tiknir og førdir til týningarlegur. Teir jødarnir, ið eftir vóru, máttu ganga við gulum Dávidsstjørnum.
Á summri í 1942 var støðan so álvarslig, at teir jødar, ið eftir vóru, máttu fara undir jørð. Ein prestur í Enschede og nakrir hjálparar hansara hjálpti teimum at finna eitt goymistað. Kitty og tey skuldu búgva hjá nøkrum góðum vinum hjá foreldrunum, men tá ið tey komu hagar, vildu tey kortini ikki taka ímóti teimum.
– Í síðstu løtu bjóðaði ein húsavørður á náttúrusøguliga savninum at taka sær av okkum. Vit hildu, at tað var tí, at pápi var formaður fyri savnið, at vit fingu loyvi at vera har. Ikki fyrr enn í 2001 fekk eg at vita, at tað var presturin, ið hevði skaffað okkum hetta plássið, greiðir Kitty frá.

Týskararnir leitaðu í húsinum
Í august í 1942 flutti familjan Menko inn á ovastu hædd á savninum, har øll svóvu á sama kamari. Her búðu tey næstu tvey árini.
Í nakrar vikur mátti familjan goyma seg í einum rúmi undir eini trappu. Orsøkin var, at týskararnir ætlaðu at seta nakrar antennur á takið á savninum. Í middagssteðginum, tá ið savnið varð afturlatið, kom húsavørðurin og floytaði ein ávísan hollendskan sang. So læt hann hurðina upp, og tey fingu eitt sindur av frískari luft og eitt sindur av mati.
Tá ið antennurnar komu upp, mátti familjan flyta. Tey fluttu inn hjá eini familju í hinum endanum av býnum. Tann eina dagin komu týskararnir at kanna, um jødar vóru inni. Tá hevði familjan goymt seg undir nøkrum leysum gólvbrettum, sum aftur vóru fjald av einum teppi. Týskararnir funnu ikki familjuna.
Páskadag í 1945 komu enskir og kanadiskir hermenn til Enschede, og jødararnir kundu aftur njóta at liva í frælsi.

Flutti til Danmarkar
Nøkur ár eftir kríggið kom Kitty til Danmarkar, og í 1953 varð hon gift við Erik Krohn Jørgensen. Tey fingu fýra børn. Kitty gjørdist einkja í 1995.
Kitty vaks ikki upp sum ein ortodoksur jødi, men tað var tó eitt serjødiskt heim, har hon lærdi hebraiskt, lærdi at lesa í bønarbókini og lærdi teir jødisku siðirnar. Seinni flutti hon seg eitt sindur burtur frá tí siðbunda jødadóminum, og hon roknar seg í dag sum ein messianskan jøda, ið merkir, at hon trýr á Jesus sum Messias.
Moralskt hevur Kitty lært nógv av krígnum.
– Ber ikki hatur til nakran, men stríð móti tí illa við tí góða, sigur Kitty, sum er komin til Føroya at greiða frá sínum upplivingum undir krígnum.
Sí skránna niðanfyri.

Kelda: Kristeligt Dagblad

Mynd:
Sum jødisk genta undir krígnum í Hollandi mátti Kitty Menko Jørgensen fjala seg fyri týskinum. Nú kemur hon til Føroyar at greiða frá sínum upplivingum.
(Mynd: Leif Tuxen).
——————–

Holocaustyvirlivandi vitjar í Føroyum

Jødiska Kitty Menko Jørgensen, ið yvirlivdi jødatýningina, vitjar í Føroyum frá 12. – 23. november. Hon verður við til hesi tiltøkini:

Fríggjadagin 13.
Studentaskúlin í Hovi
Kl 20.00 Missiónshúsið í Hvalba
Sunnudagin 15.
Kl 15.00 Eldrafelagið Nón í Runavík
Mánadagin 16.
Gøtu skúli

Týsdagin 17.
Kl. 15.00 Tilhaldið Tórshavn
Kl. 20.00 Meinigheitshúsið í Havn
Hósdagin 19.
Skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík
Kl. 20.00 Emmaus í Klaksvík

Fríggjadagin 20.
Kl. 20.00 Missiónshúsið í Vestmanna
Leygardagin 21.
Kl. 20.00 Ungdómsmøti í missiónshúsinum á Toftum fyri allar aldursbólkar.
Sunnudagin 22.
Kl. 15.00 Sandavágs kirkja