Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirlýsing: Carlton til fiskiskap uttan loyvi

John William Joensen

Feløgini í Samtak stuðla Føroya Fiskimannafelag, og finnast harðliga at reiðarínum hjá Carlton, fyri at tey ikki virða sáttmálan við fiskimannafelagið, og at báturin nú er farin til fiskiskap aftur uttan loyvi.

Carlton fór aftur til fiskiskap leygarkvøldið á miðnátt, hóast viðurskiftini við fiskimannafelagið ikki er komin i rættlag. Upprunaliga manningin visti av ongum, tá Carlton loysti. Tað er sera átaluvert, og serliga átaluvert er tað, at farið verður avstað uttan at manning hevur havt møguleika at heinta arbeiðsklæðir og ognarlutir umborð.

Feløgini í Samtak heita á limir sínar um ikki at taka upp arbeiði á Carlton, og at onnur fakfeløg stuðla Fiskimannafelagnum í hesum máli.

Eisini heitir á Samtak á Føroya Reiðarafelag um at fáa limir sínar at halda sáttmálan.

Vegna Samtak,

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag

Harleyfacadeacryl