, samtykt á aðalfundi á móðurmálsdegnum 25. mars 2015: Tá neyðin er størst, er hjálpin næst! Við trimum sjúkrahúsum – einum norðanfyri, einum sunnanfyri og einum mitt í landinum – er altíð stuttur teinur hjá flestu føroyingum til nærmasta sjúkrahús. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur síðani stovnanina í 1898 verið eyðkent
, samtykt á aðalfundi á móðurmálsdegnum 25. mars 2015:
Tá neyðin er størst, er hjálpin næst! Við trimum sjúkrahúsum – einum norðanfyri, einum sunnanfyri og einum mitt í landinum – er altíð stuttur teinur hjá flestu føroyingum til nærmasta sjúkrahús. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur síðani stovnanina í 1898 verið eyðkent við høgari fakligari dygd, høgum tænastustøði og slóðbrótandi viðgerðartilboðum. Klaksvíkar Sjúkrahús er tískil týðandi partur av menningini av ein stórum parti av Føroyum. Norðoya Tjóðveldisfelag mælir tí staðiliga til at vit politiskt styrkja, heldur enn
avlaga, Klaksvíkar Sjúkrahús, og gera landsins umsiting púra greitt, at í Føroyum skulu vit framhaldandi hava trý vælvirkandi og samstarvandi sjúkrahús við egnum leiðslum!
Eitt nú eigur viðgerðartilboð til frama fyri dialysusjúklingar at setast á stovn á KlaksvíkarSjúkrahúsi beinanvegin. Lívsgóðskan hjá sjúklingunum skal í miðdepilin, og tann veruleiki, at sjúklingar, sum í dag noyðast at brúka fleiri tímar í ferðing til viðgerðir, sum kunnu fáast í nærumhvørvinum, hoyra ikki nútíðini til.
Tí skal verða munandi lættari hjá sjúklingum til eitt nú at fáa dialysuviðgerð, og gerst tað sjálvandi best í nærumhvørvinum.




