Sjálvstýrisflokkurin átalar tað viðfer, útlendingar búsitandi í føroyum fáa.
Innlendismálaráði hevur sett eitt útgreiningararbeiði í verk, fyri at gera greiðar reglur í samband við viðger av arbeiðs- og uppihaldsloyvum.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin ið hevði málsøki um hendi, gav lyfti um, at meðan útgreiningar- arbeiði fór framm, skuldi eingin umsókn um longt arbeiðs- og uppihaldsloyvið sum uppfylti treytirnar, sýtast.
Danir hava skrivliga boða frá, at allar umsóknir verða viðgjørdar og avgreiddar samsvarandi tilmælinum frá Innlendismálaráðnum.
Nøkur teirra sum søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvið, hava búð her í áravís, eiga hús og heim, tosað málið, eru avhildin av bygdafólkinum og blivin ein virkin partur av føroyska samfelagnum.
Fleiri av hesum ganga vegna væntandi svar úr Innlendismálaráðnum, í støðugum ótta fyri at løgreglan bankar á dyrnar og boðar frá, at nú skulu tey avstað.
Verandi mannagongd hoyrir ikki heima í einum framkomnum samfelag, og er als ikki í samsvar við føroyska siðvenju og mentan.
Tórshavn 6.desember 2005
Landsnevnd Sjálvstýrisflokksins
Starvsnevnd Sjálvstýrisflokksins
/Sámal Petur í Grund, form. /Jan Asbjørnson Joensen
Kári P. Højgaard, flokksformaður




