Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirtøka av ættleiðingarøkinum er neyðug

Tjóðveldi

Foreldur, ið hava staðið á bíðilista til ættleiðing úr Etiopia, verða sett aftast á bíðilistar til ættleiðing úr øðrum londum og fáa bara ein lítlan brotpart av peninginum aftur.

Hetta staðfestir ráðharrin í svarum til spurningar, sum Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, setti henni um málið.

– Hetta er ein serstakliga keðilig støða. Eg hevði vónað, at tað bar til at finna ein loysn á hesum, men ráðharrin heldur fast um at steðga øllum ættleiðingum, sum hon tók støðu til aftaná rok í fjølmiðlunum, sigur Magni Arge.

Málið kom á breddan eftir nakrar dokumentarsendingar um óhepnar ættleiðingar úr Etiopia.

Umleið 75 foreldur stóðu á bíðilista til ættleiðing úr Etiopia og av teimum vóru 8 føroyingar, tá øll ættleiðing varð steðgað.

Í 11 málum var ættleiðingartilgongdin byrjað, og 3 av hesum børnum fara at verða ættleidd, tí har høvdu foreldrini fingið mynd av barninum. Hinar 8 ættleiðingarnar eru steðgaðar.

Summi av foreldrunum, sum hava fingið boð um at stilla seg aftast á einum øðrum bíðilista, fara nú neyvan at gerast foreldur, tí tey gerast ov gomul, áðrenn sannlíkindi eru fyri, at ein ættleiðing kann fara fram.

– Kortini er framvegis ein vón fyri framman, tí Føroyar eri í ferð við at taka yvir familjurættarmál, og tá fara føroyskir myndugleikar at fyrisita adoptiónsmál, og verður ein føroyskur listi verður hann uttan iva styttri, sigur Magni Arge.

Harleyfacadeacryl