Í Klaksvík liggja tvær væl útgjørdar bedingar, sum saktans kunnu taka skip av støddini á Rituni upp og væl tað. Kortini valdi SSL at sigla Rituna allan vegin fram við Borðoynni og víðari suðureftir til Tórshavnar. Vit standa spyrjandi.
At fara yvir um ánna eftir vatni er tiltikið, men at fara suður um Mjóvanes við einum strandfaraskipi hildu vit at tíðin fór frá fyri 13 árum síðani. Líkt er til, at Strandfaraskip Landsins ikki kenna nóg nógv til Norðoyggjar, hvørki tá tað kemur til tørvin á ferðafólkaflutningi, ella tá tað kemur til hentleikar og tænastur.
Fyrr í dag varð greitt, at fugloyingar og svínoyingar onki samband aftur fáa við umheimin, fyrrenn hendan arbeiðsvikan er komin í helvt. Og somuleiðis vil SSL heldur ikki lata skipið gerast í stand á staðnum. Í staðin verður ritan sigld til Havnar at fáa staðfest, at skrúvan má sendast til Danmarkar.
Tað eru gamaní ikki allar umvælingar, sum kunnu gerast á staðnum, men tað var sjón fyri søgn, at tað kundu tey heldur ikki í Tórshavn. Fyri tað eigur man at kunna lata fólk í økinum kunna taka sær av tí, sum ber til at umvæla har, heldur enn sum tað fyrsta at fara langvegis við skipinum. Tað kann væl vera, at havnarfólk eru ófør, men alt virksemi hvørki kann ella eigur at liggja á teimum.
Strandferðslan er sjálv lívæðrin hjá útjaðaranum í Føroyum, og ta uppgávuna røkir hon best við eisini at integrera seg í lokalsamfeløgini, herundir við at brúka tær tænasturnar, sum eru í nærumhvørvinum. Á tann hátt høvdu ferðafólkini og viðskiftafólk annars verið glaðari fyri Strandfaraskip Landsins.



