Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Jóhann Lutzen

Fríggjadagin 15. september 2017 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við Zacharias Heinesen

Fríggjadagin 15. september 2017 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við Zacharias Heinesen

Framsýningin umfatar oljumálningar og vatnlitismyndir.

Fernisering verður fríggjadagin 15. september kl. 16:00 og kemur Hilmar Høgenni, næstformaður í Listafelag Føroya at røða.

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður listamaðurin sjálvur til staðar har møguleiki er at heilsa uppá.

Klassiski guitarúrmælingurin Ólavur Jakobsen syrgir fyri tónleikinum.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til miðjan oktober mánaða.

Øll eru hjartaliga vælkomin!