Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Zamar við nýggjari fløgu og útgávukonsert

Hannefíða Joensen

Mánadagin 25 mars, kemur nýggja fløgan hjá Zamar á marknaðin.

Mánadagin 25 mars, kemur nýggja fløgan hjá Zamar á marknaðin.

Bólkurin Zamar, sum er Eyðun Jacobsen saman við døtrunum Birgit Nónklett, Kristina N. Hansen og Heidi N. Jacobsen, bleiv stovnaður í 2008. Tey hava útgivið eina fløgu sum kallaðis Vit eiga vón. Nú koma tey so við enn einari fløgu sum hevur fingið heiti Lat ljósið brenna. Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio í Arden NC, av dugnaligum amerikanskum tónleikarum. Røddirnar eru tiknar upp í Raclip Studio í Hvannasundi. Fløgan er ljóðblanda og mastra í Crossroads Stjudio.

Stílurin er southern gospel og country.

15 sangir eru á fløguni harav 13 eru á føroyskum meðan 2 eru á enskum.

Á hesi fløguni eru eisini gestasangarar við. Kvartettin í Betesda luttekur við einum sangi. Tað eru umleið 38 ár síðani teir vóru í studio seinast.

Ein annar spennandi gestur á fløguni er kendi amerikanski country sangarin Woody Wright. Woody er m.a, kendur frá Gaither Homecoming og hevur hann skriva eitt ótal av sangum og hevur hann esini fleiri fløguútgávur á baki. Á fløguni syngur hann ein av sínum egnu sangum saman við Zamar.

Mánakvøldið 25 mars kl 19.30 verður so ein spennandi útgávukonsert í Kelduni, Skálafirði. Umframt fløguaktuella Zamar, saman við sera dugnaligum tónleikarum, so luttekur Kvartettin í Betesda.

Tað er eisini eydnast at fáa sjálvan Woody Wright at koma til Føroyar fyri at luttaka á útgávukonsertini hjá Zamar. Hann kemur sjálvandi at syngja fleiri sangir.

Atgongumerki til konsertina vera seld við dyrnar 1 tíma undan konsertini. Kostnaðurin er 250,00 kr. tá er nýggja fløgan hjá Zamar við í prísinum. Eisini kann atgongumerki keypast uttan fløgu, tá er prísurin 120,00 kr.

Børn upp til 13 ár, ókeypis.