Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Zarepta kunngjørt leguskránna 2015

Nordlysid

Leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum hevur kunngjørt leguskrá sína fyri árið 2015, sum byrjar um mánaðarskiftið apríl/mai við leguni fyri fólk, ið bera brek, og endar um miðjan oktober við ungdómsleguni í Heystferiu fólkaskúlans.

Leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum hevur kunngjørt leguskrá sína fyri árið 2015, sum byrjar um mánaðarskiftið apríl/mai við leguni fyri fólk, ið bera brek, og endar um miðjan oktober við ungdómsleguni í Heystferiuni.

Um veturin eru tað samkomurnar kring landið, sum skipa fyri vikuskiftislegum í Zarepta, samstundis sum tað í løtuni verður arbeitt við at gera ein part av nýggja bygninginum kláran til komandi summar, tá ið legurnar, sum Zarepta sjálvt skipar fyri, byrja.

Skráin av Zarepta-legum, sum nú er kunngjørd á www.zarepta.fo, fevnir um 23 legur av ymiskum sløgum og fyri ymsar aldurbólkar.

Legan fyri fólk, ið bera brek, er sum nevnt tann fyrsta, og síðan koma 6 familjulegur, har tann fyrsta byrjar 15. mai, og tann sætta endar 25. juni.

Tá fara skúlarnir í summarfrí, og so byrja barna- og ungdómslegurnar, sum eru 8 í talið, og sum allar verða í summarfrítíð fólkaskúlans. Hesar summarlegurnar fevna um aldursbólkarnar: 16/17 ár, 15, 14, 13, 12, 11, 10 og 9 ár.

Eftir summarfrítíð skúlans eru síðan hesar legur: Familjulega fyri familjur við børnum, ið bera brek, bíbliuskeið, kvinnustevna, mansstevna, tvær hjúnastevnur og so endar leguskráin hjá Zarepta 2015 við ungdómsleguni í heystferiu fólkaskúlans, sum er fyri árgangirnar 15-17 ár.

Tann fullfíggjaða leguskráin hjá Zarepta kann lesast á heimasíðuni hjá Zarepta á hesari slóðini: http://zarepta.fo/index.php/legur/leguskra

Zarepta upplýsir, at lýst verður seinni, tá ið tilmeldingarnar byrja.