Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Zarko Pejovic kemur eisini til Team Klaksvík

Jákup Ósá

Team Klaksvík brynjar seg veruliga út til komandi kappingarár.

Team Klaksvík brynjar seg veruliga út til komandi kappingarár.

Team Klaksvík tapti allar dystirnar í fjør, men okkurt bendur á, at tað koma broytingar í til hetta komandi kappingarárið. Í fjør hevði liðið ongan venjara stóran part av árinum, men nú er Svein Rógvi Nielsen Ljósstein settur sum høvuðsvenjari og hevur vant liðið í eina tíð. Igor Petrikeev, vinstri bakkur úr Moldova, gjørdi fyrr í summar avtalu við Team Klaksvík fyri hetta kappingarárið og nýggjur málverji er Eli Gærdum, sum seinasta kappingarár var í STÍF.

Og í dag er so aftur ein leikari komin til Team Klaksvík. Talan er um gamlan kenning, tí Zarko Pejovic verður eisini í Team Klaksvík komandi kappingarár. Hann hevur spælt í Týsklandi í eina tíð, men kemur nú aftur til Team Klaksvík, har hann hevur spælt í fleiri ár. Seinast kappingarár kom hann ikki fyrr enn til endaspurtin og tá var stór framgongd at síggja hjá liðinum, sum fleiri ferðir var um reppið at fáa stig. Zarko Pejovic er spentur uppá uppgávuna.

– Eg síggi rættuliga fram til at koma aftur til Klaksvíkar og Team Klaksvík. Vit ætla okkum at stríðast um at koma í finalurnar, sigur Zarko í stuttari viðmerking við Norðlýsið í kvøld.

Heri Johnsson, formaður í Team Klaksvík, váttar fyri Norðlýsinum, at partarnir hava gjørt avtalu í dag. Pappírini skulu líka koma uppá pláss og arbeitt verður við at fáa Zarko tøkan til 2. umfar tann 5. oktober, men tað kann eisini taka longri tíð. Heri Johnsson sigur, at Team Klaksvík ætlar sær langt í ár, tí liðið er gott.