Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Zarko verður við í morgin

Jákup Ósá

Team Klaksvík verður styrkt til fyrsta heimadystin í morgin móti STÍF, váttar venjarin Svein Rógvi Nielsen Ljósstein fyri Norðlýsinum.

Team Klaksvík verður styrkt til fyrsta heimadystin í morgin móti STÍF, váttar venjarin Svein Rógvi Nielsen Ljósstein fyri Norðlýsinum. Tó er ógreitt, hvussu verður við einum øðrum nýggjum leikara.

Leygardagin spælir Team Klaksvík fyrsta heimadystin í hesum kappingarárinum. 34-13 bleiv støðan í Kollafirði fyrsta dystin móti greipuvinnarunum úr KÍF, men Team Klaksvík bleiv hart rakt í hópinum tann dystin. Zarko Pejovic var ikki komin til landið, Dánjal Kjærbo fekk reytt kort tíðliga í dystinum og Igor Petrikeev fekk ikki spælt stórvegis vegna skaða.

Góðar vónir

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein er venjari hjá Team Klaksvík og hann sigur, at liðið í øllum førum fær ein styrk til dystin í morgin.

– Zarko kemur til Føroyar í dag og venur við í kvøld, um alt gongur sum tað skal. Dánjal Kjærbo hevur leikbann. Og so er tað Igor Petrikeev, sum er ivasamur. Vit bíða eftir einari mynd, sum er send niður til Danmarkar og sum skal siga, hvussu alt sær út inni í arminum hjá honum, har blóðrensli ikki er sum tað skal vera. Tað sær nógv betri út, men tað er framvegis sera óvist, um Igor spælir í morgin, sigur Svein Rógvi við Norðlýsið.

Annars eru vónirnar góðar og hóast mótstøðuliðið er sterkt, so fer Team Klaksvík eftri at vinna dystin.

– Vit skulu vinna dystin. Sjálvt um STÍF er eitt av liðunum, sum eg vænti kann náa heilt í finaluna. Okkara leikarar hava ikki vant so hart nakrantíð og eru væl fyri. Tó vil eg siga, at teir toppa ikki fyrr enn um 2 mánaðir. Talan er um fyrsta heimadystin í árinum, so hópurin er spentur uppá uppgávuna, sigur Svein Rógvi.