Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ziska sleipaði Tor Chaser til bryggju

John William Joensen

Thor Chaser hevði trupuleikar við gearinum og tí var Ziska boðsendur at sleipa skipið inn á Vánna

Petur I. Jacobsen, frá Norðoya Bjargingarfelag, sigur við Norðlýsið at Ziska er sera væl egnaður til slíkar uppgávur og tað gekk alt sera væl.
– Nú var hetta ikki nøkur krevjandi uppgáva. Teir fingu trupuleikar av gearinum tá teir vóru staddir norðanfyri og kundu ikki bakka. Tí var kósin sett á Klaksvík og tá teir komu á pállin bóðu teir um sleip.

Piddi sigur at bjargingarbáturin Ziska hevur havt fleiri líknandi uppgávur.
– Vit fara avstað tá tað er gjørligt, men tað er greitt at vit biðja ikki fólk um at koma úr arbeiði, men hava vit mennirnar tøkar so taka vit uppgávuna á okkum.