Allan Simonsen var venjari, tá Føroyar seinast vunnu ein undankappingardyst á útivølli í fótbólti.
Allan Simonsen var venjari, tá Føroyar seinast vunnu ein undankappingardyst á útivølli í fótbólti.
Tað er langt síðani, at Føroyar vunnu ein undankappingardyst á útivølli. Vit skulu 13 ár aftur.
24. mars í 2001 vunnu Føroyar seinast ein undankappingardyst á útivølli. Tá syrgdu Christian Høgni Jacobsen og Kurt Mørkøre fyri, at Føroyar vunnu 2-0 á útivølli móti Luksemburg. Síðani hevur liðið spælt 35 ferðir á útivølli uttan at hava vunnið nakran dyst í HM og EM undankapping. 9. oktober í 2004 er seinastu ferð, at Føroyar fingu stig á útivølli. Tá spældi liðið 2-2 javnleik móti Kypros. Samanlagt hava Føroyar fingið stig í 6 HM og EM undankappingardystum á útivølli av samanlagt 61 útidystum. Føroyar hava skorað 31 mál hesar dystir og latið 192 mál inn.
Teir, sum mannaðu føroyska liðið, sum vann undankappingardystin á útivølli 25. mars í 2001 móti Luksemburg, vóru hesir: Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen, Jóhan Byrial Hansen, Hans Fróði Hansen, Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Jákup á Borg, John Petersen, Todi Jónsson og Kurt Mørkøre. Seinni komu Christian Høgni Jacobsen, Rógvi Jacobsen og Súni Olsen á vøllin. Jens Martin Knudsen, Jóhannis Joensen og Sámal Joensen sótu á bonkinum allan dystin. Venjari var Allan Simonsen. Hæddarpunktini frá dystinum kunnu síggjast niðast í greinini. Sostatt er tað bara núverandi liðskiparin, Fróði Benjaminsen, á dagsins liði, sum hevur roynt at vunnið ein HM ella EM undankappingardyst á útivølli.
Úrslitini í HM og EM undankappingardystunum á útivølli hava verið hesi:
2014: Norður Írland-Føroyar 2-0
2013: Kasakhstan-Føroyar 2-1
2013: Svøríki-Føroyar 2-0
2013: Írland-Føroyar 3-0
2013: Eysturríki-Føroyar 6-0
2012: Týskland-Føroyar 3-0
2011: Serbia-Føroyar 3-1
2011: Norður Írland-Føroyar 4-0
2010: Skotland-Føroyar 3-0
2010: Slovenia-Føroyar 5-1
2010: Italia-Føroyar 5-0
2010: Estland-Føroyar 2-1
2009: Rumenia-Føroyar 3-1
2009: Frakland-Føroyar 5-0
2009: Eysturríki-Føroyar 3-1
2008: Litava-Føroyar 1-0
2008. Serbia-Føroyar 2-0
2007: Italia-Føroyar 3-1
2007: Ukraina-Føroyar 5-0
2007: Litava-Føroyar 2-1
2007: Georgia-Føroyar 3-1
2006: Frakland-Føroyar 5-0
2006: Skotland-Føroyar 6-0
2005: Ísrael-Føroyar 2-1
2005: Frakland-Føroyar 3-0
2004: Írland-Føroyar 2-0
2004: Kypros-Føroyar 2-2
2004: Sveis-Føroyar 6-0
2003: Skotland-Føroyar 3-1
2003: Ísland-Føroyar 2-1
2002: Týskland-Føroyar 2-1
2002: Litava-Føroyar 2-0
2001: Slovenia-Føroyar 3-0
2001: Jugoslavia-Føroyar 2-0
2001: Russland-Føroyar 1-0
2001: Luksemburg-Føroyar 0-2
2000: Sveis-Føroyar 5-1
1999: Kekkia-Føroyar 2-0
1998: Skotland-Føroyar 2-1
1998: Litava-Føroyar 0-0
1998: Bosnia-Herzegovina-Føroyar 1-0
1998: Estland-Føroyar 5-0
1997: Spania-Føroyar 3-1
1997: Kekkia-Føroyar 2-1
1997: Malta-Føroyar 1-2
1997: Slovakia-Føroyar 3-0
1996. Jugoslavia-Føroyar 3-1
1995: Grikkaland-Føroyar 5-0
1995: San Marino-Føroyar 1-3
1995: Russland-Føroyar 3-0
1994: Finnland-Føroyar 5-0
1994: Skotland-Føroyar 5-1
1993: Belgia-Føroyar 3-0
1993: Kypros-Føroyar 3-1
1992: Kekkoslovakia-Føroyar 4-0
1992: Wales-Føroyar 6-0
1992: Rumenia-Føroyar 7-0
1991: Eysturríki-Føroyar 3-0
1991: Jugoslavia-Føroyar 7-0
1991: Norður Írland-Føroyar 1-1
1990: Danmark-Føroyar 4-1
Fram til Skotland-Føroyar í 1994 var Páll H. Guðlaugsson venjari. Síðani var Allan Simonsen venjari fram til og við Slovenia-Føroyar í 2001. Síðani var Hendrik Larsen venjari fram til og við Ísrael-Føroyar í 2005. Síðani var Jógvan Martin Olsen venjari fram til og við Litava-Føroyar í 2008. Síðani var Brian Kerr venjari fram til og við Serbia-Føroyar í 2011. Og síðani hevur Lars Olsen verið venjari.




