Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2027 verður Rørsluár

Heilsu- og orkumálaráðið

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, setti í morgun Fólkaheilsuráðstevnuna „Rørsla á arbeiðsplássinum“ í Kongshøll. Á ráðstevnuni kunngjørdi landsstýriskvinnan, at hon hevur valt at útnevna 2027 til Rørsluár.

Endamálið við Rørsluárinum er at skapa fleiri og betri møguleikar fyri rørslu í gerandisdegnum – á arbeiðsplássum, í skúlum, í frítíðini og í nærumhvørvinum.

Í røðu síni legði landsstýriskvinnan dent á, at arbeiðsplássini hava ein týðandi leiklut í fólkaheilsuni. Tørvurin er tó ymiskur. Fyri summi snýr tað seg um at koma meira upp úr stólinum, meðan onnur hava eitt kropsliga tungt ella einsíðugt arbeiði og hava tørv á at styrkja kroppin og fyribyrgja pínu, skaðum og sliti.

– Endamálið er ikki, at øll skulu gera tað sama ella líka nógv. Endamálið er, at øll kunnu vera við – á sínum egna støði, segði Eyðdis Hartmann Niclasen.

Fólkaheilsuráðstevnan var samstundis startskotið til Ítrótta- og rørsluvikuna. Á skránni vóru framløgur um heilsustøðuna í Føroyum, rørslu, arbeiðsumhvørvi og um, hvussu rørsla kann gerast ein natúrligur partur av arbeiðsdegnum.

Ráðstevnan varð skipað í samstarvi millum Heilsu- og orkumálaráðið, Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya.

Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.