Tað sær í skrivandi stund út til at valluttøkan fer at vera á leið tann sama sum seinast, hóast tølini á miðdegi bóru boð um nakað annað.
Kl. 18 høvdu 2456 fólk verið á vali í Klaksvík ímóti 2386 í 2002 um somu klokkutíð. Í prosentum er valluttøkan eisini meira, við tað at kl. 18 seinast høvdu 69% verið á vali ímeðan 70% hava verið á vali nú kl. 18.




