Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

7-0 til Espanyol RCD de Barcelona ímóti KÍ kvinnunum

Oliver Joensen

KÍ kvinnurnar taptu stórt ímóti einum sterkum kvinnuliði úr Barcelona. Sponsku kvinnurnar vóru klárt sterkari men eitt 7-0 tap var ov stórt.

Heimildarmaður okkara úr Edinbourgh sigur, at okkara kvinnur vóru drenaðar fyri kreftir í seinasta dystinum í Europa Cup. Fyrst hittu tær fronsku kvinnurnar, ið vóru sera sterkar og síðani stríddust tær ein harðan dyst ímóti Hibernian úr Skotlandi, har tær leingi førdu við einum máli, men sum tær taptu 2-1, og aftur ídag ímóti einum ógvuliga sterkum sponskum liðið.
Hinvegin, vit hava havt ein sera góðan túr, hava lært nógv og gerast betri og betri fyri at møta útlendskum liðum. Eg haldi at málmunurin var alt ov stórur ímun til styrkjuna á liðunum. Vit spældu fótbólt, men tær fingu málini og okkara atsóknir áttu at havt givið eini tvey kanska trý mál, men hetta er fótbóltur.
Nú fáa kvinnurnar 15 minuttir í brúsu og umklæðingarrúmi og síðani gongur leiðin beinleiðis heim via Aberdeen, vit rokna við at lenda í Vágum í kvøld kl. 2130.

Kl. 15.30 -6-0 Til Barcelona nú bert 15 minuttir eru eftir
Hóast okkara kvinnur eru tungar eftir harðu dystirnar ímóti Fraklandi og Skotlandi, so royna tær at bíta frá sær ímóti sterku sponsku kvinnunum.

Nú Bert 15 minuttir ella minni enn tað eru eftir av seinasta dystinum hjá KÍ kvinnunum í Europa Cup á hesum sinni, eru tær afturút 6-0. Vit hava tó havt møguleikar og góð álop, men vit hava ikki verið nóg heppin við at fáa bóltin í netið. Vit hava havt fleiri skot á stongina og fleiri hornaspørk uttan at hetta hevur givið úrslit. Beint tá vit tosaðu við heimildarmann okkara hevði Rannvá Andreasen eitt gott skot á málmannin eftir eitt gott einmansavrik, men heldur ikki tað gav mál.

Kl. 15.15 KÍ kvinnurnar afturút við 5 málum
Byrjanin av seinna hálvleiki í Edinbourg hevur ikki verið serliga góð. Nú 15 minuttir eru farnir er støðan 5-0 til Barcelona ímóti KÍ kvinnunum.

Úr Edinbourg frætta vit nú, at tað rættuliga skræðnaði hjá KÍ kvinnunum í dystinum ímóti sterka spanska kvinnuliðnum úr Barcelona. Tvey mál eru komin afturat og bæði hava sponsku kvinnurnar skorað, so í løtuni sær ikki væl út fyri heiðurligum úrsliti.

Kl. 14.45 -Hálvleiksstøðan 3-0 til Barcelonakvinnurnar
Hálvleikur er júst nú í Europa Cup dystinum í Edinbourgh og KÍ kvinnurnar eru afturút við trimum málum ímóti ongum, tó hava glottar verið í dystinum.

Heimildarmaður okkara í skotlandi sigur, at Barcelonakvinnurnar úr Spaniu byrjaðu sum eitt ódnarveður og at ilt var hjá okkara kvinnum at standa ímóti í verjuni. Tó hevur okkara álop víst tenn av og á og vit hava havt tvey hornað og nøkur skot uppá spanska málið. Í verjuni hevur serstakliga Randi Wardum staði sum ein brandur í málinum.
Sum fyrri hálvleikur leið, lækkaði trýstið á málið hjá okkum nakað og vit fingu nøkur góð álop, men mótstøðuliðið er á øllum postum sera sterkt.

Kl. 15.40 3-0 til Barcelona í dystinum í Edinbourgh
KÍ kvinnurnar eru komnar í rættuligt illveður í seinasta dystinum í Europa Cup í Skotlandi, nú stutt er eftir til hálvleiks eru spansku kvinnurnar á odda 3-0.