Tað gekk ikki so væl hjá KÍ í fyrra hálvfinaludystinum, sum var sunnudagin ímóti B36 í Gundadali, har yngra havnarliðið við m.a. tveimum væl upplagdum klaksvíkingum á liðnum vann ein greiðan 4-1 sigur á KÍ og tí hevur annað beinið í finaluni returdysturin verður í Klaksvík nú sunnudagin.
B36 byrjaði betur og trýsti eitt sindur, áðrenn KÍ kom fyri seg og fekk spælt seg til nakrar málmøguleikar.
1-0 til B36 í
hálvleikinum.
Málið til 1-0 til B36 kom í 28. minutti av fyrra hálvleiki, tá Jákup á Borg gjørdist leysur við Karstini í KÍ-málinum.
Bólturin varð sendur fram ímóti KÍ-málinum nakað mitt fyri, har Alexander Djordjevic royndi at verja fyri men var óheppin at glíða, soleiðis at Julian Johnsson slapp til at senda bóltin til Jákup á Borg, sum skoraði til 1-0.
Djordjevic
aftur skaða.
Alexander Djordjevic, sum undan dystinum hevði verið ivasamur vegna skaða, meiddi seg somikið illa av hesum fallinum, at hann mátti av vøllinum at fáa viðgerð.
Hann kom tó innaftur restina av fyrra hálvleiki, men varð so skiftur út við Fríðan Ziskason, sum fór inn á miðvøllin, meðan Jan Andreasen flutti av miðvøllinum aftur í miðverjuna fyri Djordjevic.
KÍ-liðið:
Karstin Joensen,
Alexander Djordjevic (Fríðin Ziskason í 45. min.),
Sámal Eyðfinn Akursmørk,
Símun Joensen (Eyðun Klakkstein seint í dystinum),
Atli Danielsen,
Jan Andreasen,
Harley Bertholdsen,
Jan Joensen,
Allan Joensen,
Hjalgrím Elttør,
Erling Fles (Leon Bjartalíð seint í dystinum) og
Verjan ofta í
trupulleikum.
Miðverjan hjá KÍ var hesaferð skerd av, at Ovi Nysted ikki kundi vera við vegna leikbann, og tá so hin fasti maðurin í miðverjuni, Alexander Djordjevic, eisini fór út vegna skaða, so sigur tað seg sjálvt, at trupulleikar kundu koma fyri.
Ikki tí, Sámal Eyðfin leikti aftur væl sunnudagin, og serliga á miðvøllinum gjørdi Jan Andreasen um seg í fyrra hálvleiki, áðrenn hann varð noyddur at flyta aftur í miðverjuna, tí Djordjevic varð tikin út.
Tað verður við gitingarnar, um úrslitið hevði verið øðrvísi við øllum monnum tøkum, men givið er, at KÍ-verjan sunnudagin ofta hevði trupulleikar av B36.
KÍ hevði eisini
málmøguleikar.
Hóast B36 samanlagt var tað betra liðið í hesum dystinum, so hevði KÍ eisini sínar málmøguleikar, sum við eitt sindur av hepni høvdu kunnað givið mál.
Til dømis hevði Jan Andreasen í fyrra hálvleiki eitt gott innlegg í B36-brotsteigin til Erling Fles, sum tað sama kundi havt givið bonus, men skotið hjá Erlingi fór víð síðuna av málinum.
Aðrir møguleikar fullu eisini KÍ lut, men tað segði tað sama, og B36 fór til hálvleiks við eini teprari 1-0 leiðslu, sum ikki var í andsøgn við spælbýtið.
Ring byrjan
í 2. hálvleiki.
Seinni hálvleikur var einans 11 minuttir gamal, tá B36 gjørdi sítt næsta mál.
Annar av klaksvíkingunum á B36-liðnum, Allan Mørkøre, sendi bóltin fram eftir høgru síðu, har Jákup á Borg frá baklinjuni sendi inn fyri KÍ-málið til ein leysan John Petersen, sum setti bóltin í KÍ-málið til 2-0.
Hesa løtuna stóð einki til í KÍ-verjuni, tí fáar minuttir seinni var B36 aftur uppá spæl í KÍ-brotsteiginum. Hetta álopið endaði við, at Jákup á Borg enn einaferð slapp at senda bóltin í málið.
So var 3-0, og finaluvónirnar hjá KÍ fánaðu munandi.
Atli Danielsen kveikti
vónirnar av nýggjum …
Eftir hesa ringu byrjanina í 2. hálvleiki sá heldur enn ikki svart út hjá KÍ, sum nú mentist nakað aftur. Í øllum førum linkaði trýstið frá B36, og so birtust vónirnar aftur millum fjølmentu KÍ-áskoðararnar, sum mugu fáa UG fyri fantastiskan stuðul til teir bláu og hvítu
Atli Danielsen sendir ein bólt innfyri B36-málið tætt inni ímóti málinum, og Vatnhamar er ikki nóg vakin, tí áðrenn hann varnast, dalar bólturin niður í málið til 1-3
til stóra frøi fyri KÍ-leikarar og -áskoðarar.
men móti endanum
bleiv ov tunt har afturi.
Hetta førdi til, at KÍ tær seinastu løturnar av dystinum royndi at fara langt upp á vøllin við tí fyri eyga at minka enn meira um munin.
Men slíkt er ongantíð vandaleyst, tí verjuparturin verður samsvarandi tynnri mannaður, um fólkið fer langt fram á vøllin, og tað var júst tað, sum til allarseinast í dystinum kostaði KÍ eitt mál afturat.
Í 90. minutti varð bólturin sendur fram í høgru álopssíðu hjá B36, har innskifti Bergur Midjord fekk sera gott pláss til at reka móti málinum senda fram við Karstini í málið til 4-1.
Hetta kom sera dátt við hjá KÍ, sum við hesum hevur heili 3 mál at heinta innaftur í returdystinum tað verður væntandi tungt, men ógjørligt er tað tó ikki, um allir mans tá geva seg 120%
og tað fara teir ivaleyst at gera.




