Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øssur Mohr listaframsýning í Leikalund

John William Joensen

Í november mánaða hevur Øssur Mohr úr Fuglafirði listaframsýning í Leikalund. Øssur Mohr er 42 ára gamal, men hevur longu í fleiri ár roynt seg við málningalist og hevur víst seg at verða vælumtóktur.

Øssur hevur sýnt fram fleiri ferðir fyrr og millum annað kunnu nevndst várframsýningar í Listaskálanum og uttanlanda framsýningar í Noregi, Hollandi og Danmørk
Við á framsýningini eru umleið 15 nýggir olju málningar.
Myndaevni er landslagsmyndir.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 7. november klokkan 16.00, har øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja inn, síggja framsýningina og fáa ein kaffimunn. Myndirnar eru til sølu og eru annars at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadag til fríggjadag frá 10 til 17:30 og leygardag frá 10 til 13. Framsýningin verður hangandi til 1. december.
Framsýningin, íð tekur við aftaná Øssur, verður við myndum hjá Trónda Patursyni. Hann sýnir fram í Leikalund í december mánaða.