Næraberg, sum í løtuni liggur í Tømmerfjorden í Noregi verður dokkaður umleið hálvan august, og ætlanin er at hann kemur aftur til føroya í september.
Higartil hevur Næraberg havt trupulleikar við surimiframleiðsluni, við tað at prísurin á framleiðsluni hevur verið sera lágur. Men nú er nærum alt selt, og tað sær út til, at surimiprísirnir støðugt eru hækkandi. Frá JFK-Trol frætta vit, at ætlanin er at Næraberg verður dokkaður í Noregi umleið hálvan august og at hann kemur aftur til føroya umleið hálvan september, tá hann fer aftur á svartkjaftaveiðu.
Roknað verður framvegis við at Næraberg skal reiðast út av Klakvík.




