Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn einaferð sleppur Norrøna ikki á Havnina

John William Joensen

Norrøna, sum skuldi sambart ferðaætlanini verða í Havn kl. 5 í morgun, er enn ikki sloppin at og hjá Smyril Line verður upplýst at hon møguliga fer at gera eina roynd kl. 17

Hóast tey á skrivstovuni hjá Smyril Line upplýsa at Norrøna kemur at bryggju kl. 5 so verður hetta afturvíst av informatiónini umborð á Norrønu.
–  Vit hava enn ikki ásett nakra klokkutíð fyri nær vit verða í Havn, tí vit vita tað snøgt sagt ikki, var upplýst frá informatiónini umborð á Norrønu.
Norrøna skuldi sum sagt vera á Havnini kl. 5 í morgun, men enn er Nørrøna ikki sloppin at bryggju í Havn.
Tó er onkur av ferðafólkunum sloppin í land. Norðlýsið veit um ferðafólk, sum skuldi til eina jarðarferð, og viðkomandi slapp í land við losbáti, sum kom út til skipið meðan tað lá í Nólsoyarfirði.
Annars verður sagt at skipið hevur havt eina góða reisu til Føroya, men nú kann ferðin gerast heldur long, tí skipið sum sagt ikki sleppur í havn.