Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brian McFadden á Summarfestivalin 2005

John William Joensen

Eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum í Klaksvík 2005 verður Westlife størnan Brian McFadden, sum kemur at spæla á stóra pallinum fríggjakvøldið

Á tíðindafundi á loftinum í Norðoya Sparikssa varð kunngjørt at fríggjkvøldið 5. august kemur heimskenda Westlife sangarin, Brian McFadden at framføra á stóra pallinum í miðbýnum.

Brian McFadden var ein av fimm tónleikarum í Westlife, men í fjør fór hann burtur úr bólkinum, tí hann vildi royna seg sum solistur. Tað hevur hann síðani gjørt, og tað hevur gingið strúkandi hjá honum. Hann hevur verið ovast á hitlistunum í Bretlandi og fleiri øðrum europeiskum londum, og hann er ein av teimum, sum verður tráðspældur á MTV í hesum døgum. Brian McFadden er 24 ára gamal. Hann var føddur í Dublin og kom sum tannáringur við í dreingjabólkin Westlife. Tann bólkurin verður mettur sum størsti og best umtókti dreingjabólkurin í heiminum síðstu árini, og teir hava selt fleiri enn 34 milliónir fløgur. Tað kom eitt sindur óvæntað, tá Brian McFadden í fjør boðaði frá, at hann fór burtur úr bólkinum, men tað var ikki fyri at taka seg aftur av tónleikapallinum. Heldur var fyri at royna nakað nýtt sum solistur. Fyrsta solofløgan hjá Brian McFadden kallast Irish Son, og á henni eru 11 frálíkir poppsangir. Fleiri av teimum eru skrivaðir í samstarvið millum McFadden og Guy Chambers, sum annars er kendur sum maðurin, sum til fyri nýliga skrivaði øll hittini saman við Robbie Williams. Stakfløgan Real To Me gekk sum heitt breyð, tá hon kom út, og tað er ikki minst takka verið henni, at McFadden er komin inn í hitanum hjá teimum ungu. Real To Me hevur verið nummar 1 í Onglandi, Írlandi, Føroyum og í øðrum londum, og sangurin Irish Son, sum eisini er heitislagið á fløguni, hevur somuleiðis verið nógv spældur. Nýggja stakfløgan hjá McFadden er sangurin Almost Here, sum er ein duett saman við unnustuni Delta Goodrem.