Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leigur flogfar hjá Atlantic Airways koyrt av lendibreyt í Norra

John William Joensen

Eitt leiguflogfar við 16 ferðafólkum er fari av lendingarbreytini í Stord og eldur er í flogfarinum

NRK skrivar í morgun at av teimum 16 ferðafólkunum eru 13 komin út úr brennandi flogfarinum.
Sambart bjargingarliðnum verður framvegis leita eftir trimum passaserum.
Óhappið er hent á lendingarbreytini í Sørstokken á Stord.
Sambart NRK er talan um eitt flogfar sum Atlantic Airways eigur og so var á veg til Molde og skuldi millumlenda í Stord.
Flogfarið var leigað av Aker Stord og flýgur javnan túrar við starvsfólkum sum arbeiða fyri Aker.

– Vit fingu boðini umleið kl.  07.37 um at flogfarði var farið av breytini og at eldur var komið í. Øll bjargingarlið vóru beinanvegin senda á staðið sigur brandleiðarin Harald Myklebust í Haugaland og Sunnhordland 

Eygna vitnir greiða frá
Frode Pletten var øyenvitne til ulykken 
– Jeg hoyrdi eitt buldur  og við lendingarbreytina síggi eg ein stóran eld sum gerst størri og størri. Lítla løtu seinri hoyrast seirenur, sigur Frode Pletten