Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt ár við nógvum upplivingum

Oliver Joensen

Nú stundar upp undir jól, og árið rættuliga er farið at halla, munnu flestu okkara av og á hugsa aftur á árið sum fór.

Fyri Norðuroyggjar verður árið 2006 uttan iva eitt ár, sum ikki fer at smæða seg burtur ímillum onnur ár í søgubókum okkara. Hetta var árið, tá Norðoyatunnilin gjørdist veruleiki. At hetta samfelagsliga átakið hevur havt stóran týdning fyri lokalsamfelagið her og eisini fyri Føroyar allar, koma vit helst at ásanna í komandi tíðum, enn meira enn vit gera ídag. Klaksvík hevur verið fyri sera stórum broytingum orsakað av Norðoyatunlinum. Tað byrjaðið longu ár frammanundan og hyggur tú teg um her í býnum, so kanst tú valla annað uttan at fáa eygað á stórar broytingar, líkamikið hvønn veg tú hyggur. Uppi við Borðoyarvík er at kalla nýggjur býlingur bygdur, andlitið hjá Klaksvík, ið altíð hevur vent út móti Kunoyarnesi, er alt meira og meira farið at venda suðureftir móti Borðoyarvík. Og tó, eitt kraftsentur er komið afturat í lokalsamfelagnum norðanfyri, nevniliga góðshavnin í Ánunum, ið uttan ivað fer at tilføra samfelagnum nógv tey komandi árini. Longu nú hevur flaggskipið í føroyska flutningskervinum, Norrøna funnið sær pláss her sum alternativa havn, og ætlanir eru frammi um at byggja móttøkuhølir og tollavgreiðsluhølir á økinum, umframt at ítøkiligar ætlanir eru um frystigoymslu til størstu reiðaríini í Norðoyggjum. Í miðbýnum liggur eitt stórt planerað øki og bíðar eftir at enn ein kraftdepil í Norðoyggjum skal vera skaptur, nevniliga handilssentrið, ið býurin so dyggiliga hevur brúk fyri, um býurin skal kunna nøkta tørvin hjá nútíðarfólki. Við Vágsstengur er nógv virksemi á økinum, sum fylt er út har. Um stutta tíð fara tvey virki afturat at húsast har í nýggjum og nýmótans hølum. Við Djúpumýru er eisini stórt virksemi. Nýggja Badmintonhøllin er reist og menn leggja í hesum døgum alla orku í at fáa høllina innilokaða áðrenn kavatíðina aftaná at jólini og nýggjárið eru farin væl afturum. Uppi við Borðoyarvík eru eisini ítøkiligar ætlanir um handilsvirksemi í bygningum, sum longu eru keyptir til endamálið. Tekniski Skúlin er farin undir útbygging og spónur er eisini settur í eina ætlan um at byggja uttanfyri bátahylin við Borðoyarvík, ein bygning til Bjargingarmiðstøðina. Jú, árið 2006 fer heilt víst at standa í søgubókunum, sum eitt ár ið kom at hava stóran týdning fyri tíðina aftaná. Tað er bara sera umráðandi, at vit sum búgva her, alla tíðina hava í huga, at um hesum lokalsamfelagnum skal vera lív lagað frameftir, so eiga vit at verja um tað og alla tíðina vera framvið at skapa livilig kor fyri borgararnar. Vit eiga at minnast til, at tað er upp til okkum sjálvi at skapa viðurskifti sum gera, at fólkið framhaldandi fer at halda at tað er spennandi at búgva í Norðoyggjum. Vit eiga av øllum alvi at arbeiða ímóti, at Føroyar gerast ein býarstatur, eins og Ísland er við at gerast og tað gerst bert við at stóru útjaðaraøkini alla tíðina liggja framvið at skapa familjum góðar umstøður at arbeiða og búleikast í.