Tey munnu vera mong, ið hava havt til traditión at fara í Kjøthandilin í Nólsoyar Páls Gøtu at keypa sær pálegg Tollaksmessudag.
Og í so máta verður onki undantak í ár. Óli Langgaard sigur, at tey arbeiða fyri fullum trýsti í kvøld og helst langt út á náttina í annaðkvøld, fyri at fáa alt so klárt sum gjørlig. Tá vit spyrja Óla hvat vit kunnu vænta okkum av úrvalið sigur hann at tað kanska hevði verið skjótari at nevnt tað hann ikki hevði. Men leggur hann afturat, sjálvanti áslkins viðskera: stoykta dunnu, glaserað dunnubringa, rivjasteik, skinsakjøt, honningmarinerað skinka. Eisini hópin av sálatum, burturúr rúgvuni kann eg nevna, sildasálatir, kalvasalát, laksasálat, broccolisalat og nógv nógv annað. Hevur ein hug at hugna sær við góðum viðskera Tollaksmessukvøld, ella bara at keypa inn til jólini, so er møguleikin leygardagin ímillum kl. 13.00 og 20.00 í Kjøthandlinum í Nólsoyar Páls Gøtu.




