24 ára gamli Chris Cerroni, sum síðan 2001 hevur spælt fótbólt í Florida verður partur av hópinum hjá KÍ
At talan er um ein evnaríkan áleypara, er lítil ivi um, tí Chris hevur m.a. havt lærlingasáttmála við enska Premier League felagið Charlton.
Hann er uttan iva ein leikari sum passar væl inn í hópin og sjálvur eri eg sera væl nøgdur við tað sum eg havi sæð hann spælt, sigur Tony Paris í stuttari viðmerking úr Florida.
Chris Cerroni, kemur til Klaksvíkar saman við høvðusvenjaranum fyrst í februar mánað.
Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2007.
Eitt sindur um Chris Cerroni
Føddur tann 9. maj 1983 í Bexleyheath í Onglandi
Sera góður avsluttari, skjótur og hevur nógvar royndir.
Skoraði 16 mál í 2006, og vann heiðurin sum baði ársins leikari og ársins áleypari í fótbóltskapping í Florida.
Fleiri upplýsingar um nýggja áleyparan hjá KÍ finnast á heimasíðuni:
http://rollinssports.athleticsite.com/profile.asp?playerID=14




