Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið aftur einaferð um vikuna

John William Joensen

Tá vit fóru undir at geva Norðlýsið út tvær ferðir um vikuna, nevniliga týsdag og fríggjadag, søgdu vit, at hetta var ein royndartíð.

Síðani hava vit fleiri ferðir eftirmett, og hóast vit sóu ymiskar ábendingar, so gjørdu vit av at halda áfram, soleiðis at vit kundu siga, at vit høvdu gjørt eina haldgóða roynd.



Royndartíðin hevur nú verið í útivið 1½ ár, og vit eru loksins komin til tað niðurstøðu, at rættast er, at hava eina útgávu um vikuna, tó broytta í mun til gomlu útgávuna.



Vit hava av royndunum vit hava gjørt hesa tíðina, gjørt av, at blaðið skal koma út hvønn fríggjadag ókeypis til hvørt húski í Norðoyggjum og í Eysturoynni.



Tó fara vit framhaldandi at leggja blaðið út til kioskirnar í økinum, soleiðis at tey, ið vilja hava blaðið fyrr kunnu fáa tað, men ikki minst orsakað av, at tey, ið ferðast inn á økið, eisini skulu hava møguleikan at keypa sær eitt eintak.



Prísurin í leysasølu verður ásettur til 20,- krónur, og harafturat kunnu tey, sum búgva uttanfyri økið, framhaldandi vera haldarar við at gjalda haldaragjaldið.



Tað liggur eisini í kortunum, at vit fara at menna tíðindaflutningin í Eysturoynni í blaðnum, men meira um hetta seinni.



Við hesum vóna vit eina enn betri undirtøku av blaðnum og at húsarhaldini í Norðoyggjum og í Eysturoy fara at taka væl undir við hesi tænastu okkara.



Vit skulu heldur ikki gloyma at siga, at øll eru hjartaliga vælkomin at bera okkum tíðindi og lýsingar, tí tað sum kemur í Norðlýsið, kemur eisini í hvørt hús í Norðoyggjum og í Eysturoy.







Oliver Joensen,



blaðstjóri