Tað hevur gingið heldur lakari hjá Atlantic Navigator hendan túrin, eini 30 tons hava teir fingið niður um dagin.
Svartkjafturin er nakað vestari nú, og tí er Atlantic Navigator farin inn um íslendska markið at royna.
Veðrið er vánaligt íkvøld, einar 20 m/sek. av vindi. Tey hava tilsamans fingið 870 tons í lastina, 625 tons av surimi og 245 tons av mjøli.
Atlantic Navigator fór av Klaksvík 11. mai.
Tey lata annars heilsa og siga at tey hava tað øll gott.




