Sjálvstýrisflokkurin, gamla skútan, hevur seinastu árini mangan verið í vandasjógvi. Hóast lítil, hevur hon, eins og áttamannafari, havt ómetaligan týdning fyri gongdina í føroyska samfelagnum – til fyri stuttum. Onkur hevur hildið, at hetta var ódemokratiskt og vildi hava gáttina inn í tingsalin munandi hækkaða. Nú hava veljarakanningar aftur og aftur víst, at skútan við bert tí eina manninum innanborða, og sum enn á undurfullan hátt flýtur í politiskum, kemiskt reinsaðum føroyskum farvatni, syngur sín svanasong. Óneyðugt er at hækka gáttina, tí nú er líkt til, at gamla skútan kortini skjótt fer at hvørva.
Hin einsamalli útróðrargarpurin umborð er fjáltursstungin – og sjálvt um útlitini eru vánalig, so vil hann ikki í land, men framhaldandi flóta og helst hava ávirkan, um ikki so stóra sum áður so eitt sindur. Hann er als ikki samdur í, at flokkur hansara hevur havt maktina á ódemokratiskan hátt. Tvørturímóti so er politiska skipanin í dag so skeiv og ódemokratisk, at onkrar atkvøður eru bíligari enn hansara, og valdømi, sum ikki áttu at verið umboðað, eru umboðað á tingi. Tað er sera ódemokratiskt í hansara verð. Slík veik og smáð valdømi skulu bara sigla sín egna sjógv – tey eru bara til fortreð – hetta veit hann alt um, og snakka fyri seg kann hann – longi um eitthvørt evni – uttan tað altíð er neyðugt at seta seg inn í evnini frammanundan.
Fyri at broyta systemið, so hann kundi fáa “demokrati eftir egnum høvdi”, legði hann uppskot fram á ting, men undirtøka fekst ongin – tvørturímóti fekk hann ábreiðslur fyri bert at vilja sæta sær sjálvum.
Tá onkur annar tingmaður seinni gramdi seg um, at hann, hóast gamal í garði, somuleiðis var bangin fyri ikki at verða afturvaldur, kom prátið aftur inn á “systemið”. Samdir vóru teir skjótt um, at systemið hevur alla skyldina. Tað er ikki fólkaræðisliga rætt, at tey veiku og smáu verða umboðað á Føroya høga Tingi við bíligum mandatum, tí øll mandat eiga at kosta tað sama, segði sjálvstýrisgarpurin og hevði gloymt alt um stóru ávirkanina frá fyrr, tá hann vigaði nógv meira enn onnur á vágskálini. Men vekt valdast.
Eftir stutta samrøðu við nakrar politikarar, sum vóru í somu trongu skóm, var semja um at venda sær til ávísar embætismenn, nakrar sonevndar stjórnmálafrøðingar og útvald tíðindafólk fyri at kanna møguleikar og víðari ráðlegging, og endiliga var formaðurin sinnaður at átaka sær eina bjargingarroynd. “Eitt valdømi” má vera nokk í so lítlum landi, hygg bara at Grønlandi, har loystu teir málið á tann hátt fyri alt kunna føra rættan landspolitikk. Sjálvt um bygdirnar fram við strendurnar gremja seg, so riggar alt, tí elitan og harvið sjálv maktin liggur í Nuuk.
Men Grønland og Føroyar kunnu als ikki sammetast, søgdu serfrøðingarnir, so gremjan verður ongin her hjá okkum. Serfrøðingunum og bert teimum, skulu vit lurta eftir. Teir hava sogar dokumenterað, at Grønland er størri enn Føroyar, og vegasamband er ikki um alt landið, sum her hjá okkum, og so hava teir har enn monopol og rættiliga stóran blokk úr Danmark.
Tað mest umráðandi er kvinnuspurningurin. Við hesum fara vit at fáa nógv fleiri kvinnur á ting. Somuleiðis kann tingið, sum í Grønlandi, arbeiða landspolitiskt – viðgera teir stóru, politisku spurningarnar. Vit mugu lata kommunurnar taka sær av útjaðarum og øðrum lokalmálum. Vit eru valdir til annað og meira enn lokalpolitikk.
Tað er vandamikið at vera einsamallur til útróðrar, serliga umborð á gamlari skútu, tað hava fleiri enn einsligi sjálvsstýrisgarpurin ásannað, men við nøkrum samhugaðum og eitt sindur av politiskum kynstri, kann loysnin liggja í einari landsumfatandi bjargingarroynd, og reint politiskt kann ein gomul, demokratisk valskipan, sum kanska átti at verið snøgga til, soleiðis umskapast til eitt satt bjargingarvaldømi fyri smápolitikarar í vanda. Keine Hexerei, nur Behandigkeit.




