Tann almenna heimasíðan hjá Hammarby IF gevur ikki serliga gott skoðsmál til KÍ, ið tey meta at vera á støði við tað trið- ella fjórðbestu deildina í Svøríki.
Um ein tekur støði í heimasíðuni hjá Hammarby IF, so eru sviar ikki serliga stúrnir fyri returdystinum á Svangaskarði ímóti KÍ leygardagin.
Eitt nú nevna teir ikki eitt orð um, at tað er keðiligt, at málskjúttin í fyrra dystinum, Charlie Davies, ikki kemur við til Føroya vegna landsliðsúttøku hjá USA, og ivaleyst hava teir heldur ikki grundir til at óttast KÍ, tí svenska liðið hevði so at siga alt spælið í tí fyrra dystinum.
Hinvegin hevði KÍ ein at sínum heilt góðu døgum, og hetta avmarkaði sigurin hjá Hammarby til bert 1-0, sum er sera flott klárað av KÍ-spælarunum.
Sera væl leikandi
Meinhardt Joensen
Av dystarfrásøgnini á svensku heimasíðuni framgongur, at Hammarby roknaði við at kunna koyra føroyingarnar ordiliga um koll, og tí eru teir vónbrotnir av, at tað bara bleiv til tað eina málið.
Sagt verður, at Hammarby spældi seg til eina mongd av málmøguleikum, men ein føroysk verja, sum var mannað av munandi fleiri enn bara sjálvum verjuspælarunum, og ein væl leikandi málmaður forðaðu fleiri málum til Hammarby.
KÍ hoyrir heima í
svensku 2.-3. deild
www.hammarbyfotboll.se staðfestir, ta KÍ úr Klaksvík er á støði við svensku 2. ella 3. deild, tvs. trið- ella fjórðbestu deildina har.
Tí halda tey, at Hammarby eigur at fáa eitt betri úrslit enn bara 1-0 ímóti KÍ, ”men føroyingar mannaðu verjuna í stórum tali og sparkaðu bóltin burtur, so títt og knapt møguleiki var til tað”, illneitast svenska heimasíðan.
Spennandi verður at síggja, hvussu støðið verður hjá liðunum á Svangaskarði leygardagin!!
KOYR Á KÍ !!
Hæddarpunkt úr dystinum síggjast á:
http://tv.hammarbyfotboll.se/playlist.aspx?mediaid=379




