Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskikappingin í Norðoyggjum 2007: Hvør fjøl á næsta leygardagin

Oliver Joensen

Um viðrar, verður árliga fiskikappingin í Norðoyggjum næsta leygardag 8. september.

Næsta vikuskifti verður ein hampiliga góð streymloysa, og tí hevur Stuðulsfelagið fyri skúlaskipið M/S DRAGIN avgjørt at skipa fyri tí árligu fiskikappingini, sum er fyri allar Norðoyggjar. So er bert at vóna, at veðrið verður til vildar.

Vinnarar seinasta ár:
Ì fjør var tað báturin “ Hvítiklettur” við monnunum Erling og Marius Vilhelmsen, sum var bestir, og fingu teir steyp til ognar eins og ferðasteyp.. Næstbestur bátur var “ Fiskanes” við Mikkjal Pauli Lamhauge og Eiler Jørgensen, og triðbestur var “Svartiklettur” við Elmar Simonsen og Kennet Justesen

Luttøkutreytir:
Frá kl. 7.30 fáa allir bátar, sum fara av Vánni í klaksvík, luttøkuskjøl umborð á “Draganum”. Luttakarar á Borðoyavík og Àrnafirði fáa eisini luttøkuskjal umborð á “Draganum”, men í Hvannasundi og
Norðdepli fæst luttøkuskjalið við Frostvirkið, og á Viðareiði fæst tað niðri á Eiðsvík. Luttøkugjaldið er 20 kr. pr. mann

Ikki loyvt at fara einsamallur:
Av trygdarávum er ikki loyvt at fara einsamallur, tað skulu minst tveir mans við hvørjum báti. Bátarnir kunnu fara frá landi kl 8, og tað er bert loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðureiðskap. Tað er ikki loyvt at fiska við aliringarnar. Seiður telur ikki við í vektini. Allir bátar skulu verða aftur á landi í seinasta lagi kl. 17.
Fiskauppboðssøla kl. 18 – har fólk kunnu keypa sær at kóka.
Fiskurin verður lagdur upp og vigaður við bátabrúgvarnar við
Nólsoyar Pálls gøtu. Frá kl. 18 – 19 verður fiskauppboðssøla við bátabrúgvarnar, so har verða góðir møguleikar hjá fólki at keypa sær nakrar greipur av smáfiski til at hanga upp.
Teir, sum hava luttikið í fiskikappingini, fáa kaffi og pannikøkur umborð á “Draganum”

Besti báturin fær steyp til ognar og ferðasteyp:

Tann bátur, sum hevur stórstu veiðu pr. mann verður vinnari og fáa
teir ferðasteyp. Manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa steyp til ognar. Eisini verður steyp latið til tann, sum hevur fingið tann stórsta fiskin.
Steypini í ár hevur EIK-bankin givið

Nú er at rigga til:
Fyrireikararnir vóna, at nógvir mans nú fara at rigga til, so vit fáa eina spennandi fiskikapping. Ì Klaksvík liggja nógvir bátar við bátabrúgbarnar, og her er ein góður kjansur hjá monnum at fara á flot og fáa ein hugnaligan dag saman
– og spennandi verður hvørjir verða fiskikongar í ár.
Fiskikappingardansur í Skálanum kl. 11
Um kvøldið verður góður gamlamannadansur. Fyrireikararnir heita á fólk um at koma í dans áðrenn miðnátt, tí so fáa tey meira burturúr, og dansistemningurin verður betri.
Peningurin frá fiskikappingini og dansinum fer óskerdur til M/S ”DRAGIN”, sum er umbygdur til skúlaskip.